Mentamálaráðið dumpaði

Hesa ferð vóru tað ikki næmingarnir, sum dumpaðu í PISA-royndini, heldur Mentamálaráðið, sum ikki hevði fyrireikað kanningina nóg væl.

Summir skúlar upplivdu, at virus var á geymunum, og teldurvørðarnir vórðu ikki fyrireikaðir uppá, hvat gerast skuldi, tá ið tøknin ikki virkaði.

Næmingar siga, at summir spurningar vóru so grótføroyskir, at teir ikki vóru til at skilja.

Í Vestmanna skúla valdi skúlin at biðja næmingarnar fara útum, meðan fyrsti tøkniligi trupulleikin varð loystur. Tað varð gjørt eina ferð aftrat.

Trupulleikarnir gjørdu, at kanningin í Vestmanna var 25 minuttir seinkað.

- Tað var ikki serliga heppið og ávirkaði kanska serliga teir fermu næmingarnar, sigur Ólavur Winther, skúlastjóri í Vestmanna.

Hann vísir ikki aftur, at summir næmingar kunna hava loyst uppgávurnar verri, tí umstøðurnr vóru so ørkymlandi. Tí ber illa tl at døma teir eftir avrikunum.

- Mentamálaráðið má læra av hesum. Ein slík roynd má vera væl fyrireikað, og skúlarnir mugu vita meira um royndina. Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt at havt royndina á øllum framhaldsdeildum. Heldur átti ein minni og ein stórur skúli verið valdir út, sigur Ólavur Winther.