Handverkararnir eru longu farnir í gongd. Á nýggjárinum verður latið upp fyri mentanardepli og ungdómsklubbi á kaiøkinum á Tvøroyri. - Gomlu pakkhúsini eru friðað og hava staðið tóm í fleiri ár. Tí fekk eg hugskotið til at innrætta tey, so tey aftur koma fólki til góðar, sigur ein altíð blíð og glað Anna Kirstin Thomsen, meðan vit ganga niðan móti gamla seglloftinum, sum hevði sína stórtíð fyrra partin av tjúgundu øld. Og vit trína inn í stóra salin, har áratíggjugamalt støv hvirlar upp við lotinum frá aldargomlu hurðini, meðan eg fegnist um, at Anna Kirstin er ein tílík menniskja, sum dugir at virðismeta lutir og leivdir frá teimum, ið undan fóru. Ítøkiliga innrættingin Ognirnar hjá Thomsens, sum í dag verða myndað av Onnu Kirstin og bróðrinum Thomas, fevna upprunaliga um bygningarnar hjá kongaliga einahandlinum á Tvøroyri frá 1836 – 1856. Krambúðin hjá Thomsen, sum var fyrsta hús á Tvøroyri, og hýsti kongaliga handlinum í mong ár, varð innrætta til hugnaliga pub fyri fáum árum síðani. Nú er so túrurin komin til tríggjar aðrar bygningar í økinum: gestahúsið, seglloftið, sum er í tveimum hæddum, og pakkhús 4, sum er í fimm hæddum. Í teimum báðum størru húsunum verða tveir stórir salir við góðum dansigólvi og barr, umframt stór fundar- og framsýningarhøli og ídnaðarkøkur. Og so verður ungdómsklubbur í teimum báðum niðastu hæddunum út móti keiini. Í neðra á Seglloftinum verður rúmligur og nútímans ídnaðarkøkur, har til ber at gera mat til nógv fólk. Anna Kirstin er framúrskarandi góður kokkur, og bjóðar seg fegin at matgera til tiltøkini, sum eru í húsinum. - Men tað fer eisini at bera til at koma við sínum egna kokki ella at matgera sjálvi, sigur hon, sum eisini vónar at alt virksemi í mentanardeplinum fer at gagna teimum, sum bjóða gisting á oynni. Heildartilboð Í gestahúsinum, ið er ein lítil smátta hinumegin vegin, eru átta koyggjur. Har gistu fólk, sum komu til handils á Tvøroyri, um líkindini vóru ov vánalig at rógva heim aftur. - Hesa ætla vit at seta í stand aftur, so har aftur verða átta koyggjur til fólk at gista í, sigur Anna Kirstin. - Eftir mínum tykki er tað bara ein fyrimunur, at vit ikki eru landføst. Stovnar og fyritøkur, sum skulu skipa fyri einum hvørjum tiltaki hava ofta tørv á at savna luttakararnar á einum stað yvir til dømis eitt heilt vikuskifti. Tey kunnu fara suður við glæsiliga Smyrli, gista á einum av gistingarhúsinum ella hotellinum, og so hava virksemi her hjá okkum. Stórur áhugi - Vit vóna, at fólk í øllum landinum fara at taka væl undir við tiltakinum, sigur hon. Annars hevur áhugin ikki skortað higartil, og fígging er fingin til vega, við at Suðuroyar Sparikassi hevur játtað lán uppá 4,6 milliónir til verkætlanina. Nógv hava víst verkætlanini áhuga, millum annað stuðlar kommunan við at hon leigar seg inn í ungdómsklubban á veghæddini. Harumframt hevur Lívstryggingin játtað stuðul úr grunninum Royndin, og Føroya Shell, Richard B. Thomsen og partafelagið Brestir í Havn hava eisini stuðlað. Eisini Fornminnissavnið letur nakað, av tí at øll húsini eru friðað. - Fólk fara at kunna leiga seg inn í hølini til skeið og ráðstevnur, samkomur og mentanartiltøk, framsýningar, fyrilestrar, gildi og dans, sigur Anna Kirstin, sum eisini vísir á, at nógvar fyritøkur longu hava spurt seg fyri, og ætla at koma suður at hava ymiskt virksemi. Umframt at leiga húsini út ætlar hon sær eisini at skipa fyri dansiskeiðum í salinum, og annars at bjóða evnaríkum fólki at sýna fram list og lutir sínar. Ungdómsklubbor Sum sagt hevur kommunan játtað at leiga seg inn í tað, sum verður rópt pakkhús nr. 4. - Hetta verður ikki bara eitt stað at hanga út og at spæla bob í. Tey ungu hava ongi tilboð her á staðnum. Tí hevur tað alstóran týdning fyri meg at bjóða teimum eitt dygdartilboð, sum verður rikið av vaksnum ábyrgdarfullum fólki, sigur Anna Kirstin. Og hon nevnir frálæru í handaligum arbeiði, framførslur, teldur og tónleikavirksemi. - Men tað verður upp til kommununa at definera innihaldið nærri, sigur Anna Kirstin, sum roknar við at ungdómsklubburin verður fyri tey í 3. til 6. flokki um dagin, og tey eldri á kvøldi. Alternativ vinna Thomsens vóru stórkeypmenn, sum vit eisini kendu tað úr Havn og í Klaksvík. Teir seldu kollonialvøru og proviant av øllum slag. Har var turkihús- og pláss og ein ørgrynna av sluppum. Men tíðirnar broytast, og frá at hava verið millum virknastu ídnaðarplássum í landinum, varð júst í hesari vikuni kunngjørt, at flakavirkið letur aftur, og helst ikki letur upp aftur. Samstundis er virksemið hjá Onnu Kirstin eitt prógv um, at tíðir koma og tíðir fara, tá hon nú letur dyrnar upp fyri framtíðini, og bjóðar virkisøkið sítt fram sum alternativ til minkandi fiskivinnuna á staðnum. - Vit noyðast at fylgja við í menningini, og tað hevur leingi verið greitt, at framtíðin er annað enn ófaklært fiskaarbeiði, sigur Anna Kirstin Thomsen, sum vónar, at Suðuroyggin fer at vera attraktivt ferðamannamál. Alberth Hall Anna Kirstin hevur nógv hugflog og hugskot. Hetta kemur eisini verkætlanini til góðar í sambandi við at navngeva rúmini, sum framyvir fara at hýsa fólki úr øllum landinum og heiminum við. - Thomsens hava átt nógvar sluppir og smábátar upp gjøgnum tíðirnar. At hesi ikki skulu fara í gloymskuna havi eg gjørt av, at øll hølini skulu uppkallast eftir hesum, sigur hon. Og hon nevnir, at seglloftið kemur at eita Albert Hall eftir sluppini Albert, sum upprunaliga var hospitalsskip hjá drotning Victoriu, ið hevði uppkallað mann sín. - Vit høvdu eisini eina slupp sum æt Connisborough Castle, og kemur annað av pakkhúsunum helst at eita so. Fundarhølið fer at eita Munkastova, og fleiri sluppir høvdu damunøvn, so sum Isabella, Shana og Grace. - Og so høvdu vit ein róðrarbát, sum æt Miss, og tað fer damuvesið sjálvandi at eita, sigur Anna Kirstin og flennir hjartaliga.