Mentanargrunnurin fer ikki at støðga mær at skriva

Las viðmerkingina hjá Jústinus L. Eidesgaard, høvundi, við sera stórum áhuga, og eg taki so hjartaliga undir við tí hann førir fram, at síðan Rói Paturson gjørdist formaður í Mentanargrunninum hava so at siga bert yrkjarar fingið pening úr grunninum. Og eg skal eisini viðmerkja, at hetta er ikki nøkur nýggj hugsan, men hetta havi eg hugsað nú í nøkur ár. Og tað er ikki tí at so fáir rithøvundar hava søkt, eg veit um fleiri!

Ólavur í Beiti
rithøvundur

Men eg taki ikki undir við Jústinus L. Eidesgaard, tá hann hálovar nýggju bókini hjá Carl J Jensen, tí eg eri púra ósamdur. Hetta er so at siga ein toygd »Rúm« sum seldi nøkur fá eintøk, sami uppgjørdi fjantuti heilaspuni sum tann bókin var, og tað er grátuligt at lesa í greinini hjá Jústinus L. Eidesgaard at Mentanargrunnurin hevur stuðlað sovorðnari óhumsku við uml. 560.000 krónum.
Ein bók sum eg veit Mentanargrunnur Studentafelagsins ikki troystaði sær at geva út!
Men lat tað fara, tí eg síggi á listanum, sum Jústinus hevur viðlagt, at har er so mangt annað, so tað kemur ikki óvart á nakran, at so nógvur peningur fer á skeivar hendur, tí at Mentanargrunnurin síðan Rói Paturson gjørdist formaður, stuðlar bert teimum sum formaðurin er mentanarfaðir at.

Kríggj
Nú Jústinus L. Eisdesgaard kemur fram við hesi frálíku lýsing av málinum um seg sjálvan og samanber við aðrar, so ørminnist eg júst hvat hendi, tá Jústinus søkti fyrstu ferð. Tá hann hevði ætlanir at fara undir bókarøðina »Kaj« og søkti um 3 ára starvsløn úr Mentanargrunninum.
Sum tað gongur fram av listanum hjá Mentanargrunninum, so fekk ein yrkjari 3 ára starvslønina tá, og eg minnist so væl enn, hvat svar eg fekk, tá eg tosaði við ein lim í Mentanargrunninum eftir henda fund.
Eg mátti siga, at eg øtaðist at hoyra slíka grundgeving, at hesin yrkjarin varð valdur, tí grunnurin bar ótta fyri, at fingu Carl J Jensen ella Hanus Kamban 3 ára starvlønina tá, ja so hevði komið kríggj teirra millum í bløðunum!
Hetta var á fyrsta sinni, at slíkar starvslønir skuldu latast, og tá var mikil spenningur um, hvør fór at fáa ta stóru lønina, og so valdi Mentanargrunnurin henda yrkjaran, tí Mentanargrunnurin bar ótta fyri, at Carl J Jensen og Hanus Kamban fóru at klandrast í bløðunum, fekk annar teirra 3 ára starvslønina!
Sovorðið havi eg ongantíð hoyrt fyrr!
Eg mundi dottið upp afturá á skák, tá eg hoyrdi henda persón sipa til ein nevndarlim við hesi grundgeving!
Og so søgdu teir: Var tað ikki eitt gott val?! At velja henda yrkjaran!
Altso, sum var hetta eitt løgtingsval og ein flokkur hevði fingið stóra framgongd og limirnir gingu og klappaðu hvør øðrum og søgdu: Var tað ikki eitt gott val!
Tað var so ikki verkætlanin hjá hesum yrkjara sum hevði nakran týdning, men Mentanargrunnurin sum valdi henda persónin at fáa 3 ára starvsløn, tí annars fóru tveir aðrir umsøkjarar at kríggjast í bløðunum..... tað var orsøkin!

Ikki øvundsjúka
Nei Jústinus L Eidesgaard, tú ert ikki øvundsjúkur, men eg takki tær fyri at hava gjørt hetta research og at hava skrivað hesa viðmerking, so vit kunnu fáa størri innlit í, hvat gongur fyri seg í Havn!
Tí Mentanargrunnurin gevur ikki starvslønir eftir umsóknini!
Og síðan Rói Paturson gjørdist formaður í grunninum eru tað næstan bara yrkjarar, sum fáa tær stóru lønirnar. Og eg veit at soleiðis er, tí eg veit um aðrar høvundar, sum eisini hava søkt um starvsløn men sum einki hava fingið!
Ikki 1 mánað, enn minni tveir!

Eingir pengar
Hatta brævið sum Mentanargrunnurin sendir út um at so lítið av peningi er í grunninum, er eitt tað frekasta brævið eg havi hoyrt um.
Hvat ólukkan billar nevndin sær inn at senda eitt sovorðið bræv til tey sum ikki fáa? Tá vit nú síggja svart upp á hvítt, at ein persónur hevur fingið 800.000 krónur  meðan hann hevur starvast sum blaðmaður á Fregnum  og kanska eisini havt aðrar inntøkur, so fái eg ikki annað sagt enn, at mín virðing fyri Mentanargrunninum er fallin á eitt sera lágt støði!
Sum rithøvundur at fleiri bókum og eisini útgevari og útgivið saman við øðrum  helst fleiri bøkur enn bæði Carl J Jensen og Jústinus L Eidesgaard og Rói Paturson tilsamans  fari eg at heita á mentamálaráðharran um at skifta handa formannin út úr Mentanargrunninum sum skjótast, tí hann er skaðiligur at hava í grunninum, tá hann misbrúkar okkara pening á sovorðnan hátt og roynir at køva neistan hjá mongum høvundi við slíkari framhaldandi provokatión!

Ikki umbiðin nú
Eg sá hatta navnið Sunleif Rasmussen aftur og aftur á listanum, og nú hoyri eg frá einum limi í Mentanargrunninum, at Mentanargrunnurin stuðlar honum:
TÍ HANN ER IKKI SO NÓGV UMBIÐIN LONGUR!!!!!
Harra mín Gud, ein maður sum ikki dugir at skriva eitt lag, hvussu kann hann vera umbiðin?
Og hetta er so aftur eitt prógv um, at sum Mentanargrunnurin sær út nú, so má mentamálaráðharrin seta formannin frá sum skjótast so aðrir rithøvundar og yrkjarar og smiðir av øllum handa slagi, sleppa framat og vit fáa elvt til heldur enn køvt!
Tí sum støðan er nú, so skapar nevndin í Mentanargrunninum ikki annað enn klandur og hatur millum mentanarfólk, og tað er ongastaðnis nevnt í lógini um henda grunn, at hann skal elva til slíkt!
Tvørtur ímóti skal grunnurin eggja til! Stimbra!

Hugur
Eg havi verið við at givið 2 bøkur út síðan 2001, og ein nýggj er á veg nú og vónandi verður hon útgivin um nakrar fáar mánaðir. Tann eina kostaði 120.000 krónur at prenta og kom hon út í 2003!
Og eg takki Jústinus L Eidesgaard fyri at hann nevndi meg í síni grein so øll kunnu síggja, at tað er ikki nøkur starvsløn sum hevur borið kostnaðin av mínum virksemi seinnu mongu árini, men hugurin til hetta virksemi!
Og Mentanargrunnurin við Róa Patursyni á odda fer ongantíð at køva hesum hugi!
Skal bara hasin gjeldi orðavavsturin hjá Carl J Jensen koma út, sum Mentanargrunnurin stuðlar so ovurmáta, so forbarmi okkum! Men kanska vit skilja tað eitt sindur betur, tá formaðurin í Mentanargrunninum er gubbi at soninum hjá hesum vælbjargaða høvundi!