Mentanarnátt í Margarinfabrikkini

Mentanarnáttin fríggjakvøldið tann 3-6. kl 21. verður enn eitt brak av eini konsert í Margarinfabrikkini.
Tað er sum vera man ART, Àhugafelag Rokktónleikarana sum stendur fyri tiltakinum.
Sum ein liður í teirra summarskrá er hetta enn ein konsert sum skal gera tað stuttligt hjá ungum í Havn at vera til.
Tað kann sigast at hetta er næstan ein endurtøka av eini konsert sum var fyri tveimum vikum síðani. Men tað ger onki, tí mangar hava áheitaninar á fyrireikaranar verið, um at konsertin varð endurtikin. So her er hon, tó eitt sindur útbygd, soleiðis at hon byrjar við akkustiskum (friðaligum) tónleiki m.a. frá Flóðin og Rólant, kendir frá superbólkunum Deja Vu og Makrel.Teir spæla egin og lánt løg.Stórskaldið úr Sumba Jákup Eli, verður enn eina ferð at hoyra við sínum persónligu og kanska ikki altíð so stovureina teksti.
Seinni parturin er meira rokkutur sum vit kenna stílin frá The Story Ends, Paradox og The Headliners saman við Ineptus og Fólkayvirlitinum klára at rokka the house.
Margarinfabrikkin hevur latið hølið til ART konsertir nú í nøkur ár, og er hetta eitt tað virknasta umhvørvið har nýggjur og originalur føroyskur tónleikur verður framførdur.
Til komandi krúnprinsavitjanina er hølið broytt eitt sindur, so tað verður fyrstu ferð at almenn tónleika-framførsla verður í nýinnrættaða hølinum.
Og um so er, at tað er kalt hetta kvøldið, so ætla tey eisini at bjóða ein heitan munn og kanska onkran bita afturvið.
So sum fyrireikarnir siga: ? Tað skal vera ART Mentan fyri bæði likam og sál. So øll eru vælkomin inn á gólvið í Margarin-fabrikkini, verður sagt í tíðindaskrivi.