Mentanarnevndin hjá Løgtinginum tekur ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at úseta ætlanina enn eitt ár - til 2016.
Meirilutin, sum er Bjarni Djurholm, Jenis av Rana, Gunvør Balle og Høgni Hoydal heitir á Fíggjarnevndina um at tryggja, at tíðarætlanin verður hildin, soleiðis at skúladepilin við Marknagil verður klárur at taka í nýtslu í 2015.
Minnilutin, sum er Edva Jacobsen og Jóna Mortensen úr Sambandsflokkinum, tekur ikki undir við meirilutanum. Tær báðar siga, at møblar og útgerð kosta 65 miilliónir krónur.
Um hesin peningur ikki skal setast av í 2016, skal henda upphædd finnast í 4 ár, tað vil siga millum 15 og 20 miilliónir krónur árliga, siga tær báðar, sum meta, at hetta fer at vera sera trupult innan fyri núverandi íløgukarm.
Soleiðis eru samgonguumboðini Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum gingin saman við andsstøðuumboðunum Høgna Hoydal og Gunnvør Balle ímóti ætlanini hjá Landsstýrinum.
Hugandi er tí, at ætlanin um skúladepilin í Marknagili ikki verður útsett. Men tað er treytað av, at øll andstøðan stendur saman, og at Bjarni Djurholm og Jenis av Rana atkvøða saman við andstøðuni í Løgtinginum í hesum máli.