Mentanartjaldið letur upp

– Tórbjørn Jacobsen heldur røðu Sunnudagin kl. 18.00

Ver við tá Mentanartjaldið á Glyvrum letur upp uttanfyri Orkis og Shop In.
Tjaldið letur upp sunnu­dagin við at vara­borg­ar­stjór­in Tórbjørn Jacobsen held­ur røðu. Aftaná verður eitt tón­leikainnslag við livandi tónleikur við Tóka Joensen (klarinett), Kristinu Troest Davidsen (violin) og Mary Frederiksberg (tvørfloyta).
Mánakvøldið verður móta­­kvøld í tjaldinum og hós­­kvøldið verður Gourmet Grill­­kvøld við Gutta Wint­her, har Gutti grillar fyrsta­­floks fisk og lambskjøt til øll, sum hava teknað seg.
Fríggjakvøldið verður fiska­­mark­naður við fiski frá Sjó­gæti. Leygardagin skip­ar nýstovnaða rennifelagið Roysni fyri heilsudegi í tjald­inum, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Øll er hjartaliga vælkomin at vitja Mentanartjaldið á Glyvrum.
Sí skrá á:
www.mentanarvikan.fo

Vælkomin til Mentan­ar­vikuna “Skýming” í Runa­vík.
Mentanarvikan verður í døgunum 20. til 27. oktober 2013, og er hetta 9. árið á rað, at Mentanarvikan verður hildin, samstundis sum vinnu­­stevnan Faroexpo er.
Vit hava lagt nógva orku í at menna Mentanarvik­una ár undan ári, og sjálvur haldi eg, at skráin til hesa Ment­anarvikuna er stak spenn­andi og áhugaverd og er fjølbroyttari enn nak­ran­tíð áður. Í skránni er nógv at finna bæði til gamans og álvara – her er veruliga nakað fyri øll - so vit vóna, at undirtøkan verður góð.
Eg vil tí sum borgarstjóri ynskja øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomin at vitja okkum her í Runavík hesar dagar, við ynski um, at vit øll uppliva nakrar góðar og gevandi dagar.

Setan av Skýming 2013 & Heilsutiltak
Eins og áður fer Mentan­ar­vikan í Runavík at bjóða hóp­in av tiltøkum fyri allar ald­ursbólkar.
Byrjað verður við eini setan í Løkshøll sunnu­dagin 20. okt. kl. 15.00, har Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, heldir setanarérøðuna.
Á skránni verður m.a. kórsangur við Gøtu Kirkju Ungdómskóri, estet­iskur fim­leikur, upp­lest­ur við felag­num Vencil, tónl­eikainn­slag við musiks­kúlanum og eis­ini fer hornorkestrið at spæla.
Tiltakið er ókeypis!
Aftaná verður skipað fyri heilsutiltaki, har møguleiki verður at fara gongu- ella rennitúr.
Allir luttakarar fáa húgvu og vatn frá BankNordik um­framt endurskyn fra Trygd.

Familjutiltak
Mentanarvikan byrjar longu leygardagin 19. oktober kl. 14.00 við einum familjutil­taki í Løkshøll.
Í ár verður eitt forvitnis­ligt sápubløðrushow at síggja, og Jákup Veyhe fer at for­telja um ‘Tey í Mórugøtu’, sum vit kenna so væl frá barnaútvarpinum.
Beinir Troest Rasmus­sen og Maria á Lakjuni, sum bæði nýliga hava givið fløgu út, fara at framføra nakrar sangir, og Ásbjørn Berthelsen fer at framføra eitt størri og øðrvísi gyklashow enn vanligt.
Atgongumerki kunnu keyp­ast á heimasíðuni www.loksholl.fo ella við dyrn­ar ein tíma undan sýning­in byrjar.