Mentanin í hásæti í Sørvági

Um vikuskiftið skipar Sørvágs kommuna fyri mentanarvikuskifti, har fleiri listaframsýningar eru á skránni í øllum fýra bygdunum í kommununi

Mentanin verður sett í hásæti um vikuskiftið, tá Sørvágs kommuna skipar fyri fyrsta, men ætlandi afturvendandi mentanarvikuskiftinum í kommununi.

Byrjað verður fríggjakvøldið, tá listaframsýning við Lassa Sørensen letur upp. Seinni um kvøldið, klokkan 20, verður kafékvøld við sangi og upplestri í fimleikahøllini í skúlanum. Tónleikarar verða Martin Joensen, Magnus á Stongum, Jóan Jakku Gutesen og Holgar Jacobsen. Eisini verður felagssangur, sum Remi Hansen og Jákup á Stognum skipa fyri. Jóan Pauli Joensen, Marna Joensen og Páll Weihe fara at hugleiða.

Stóri dagurin verður sum vera man leygardagurin. Byrjað verður klokkan 10 fyrrapart, tá Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri, fer at seta mentanarvikuskiftið. Havnar Hornorkestur og Søgvágs Tónleikarfelag spæla.

Tá verður eisini nýggja tiltakið »Ársins borgari« skotið í gongd. Eisini hetta er ætlað sum eitt afturvendandi tiltak.

Serligur dentur verður lagdur á listina. Listaframsýningar verða í øllum fýra bygdunum í kommununi við lokalum listafólkum. Hesar lata upp klokkan 11.

Í Sørvági er tað Lassi Sørensen sum sýnir fram í GarraríS, í Gásadali sýnir Poul Skarðenni fram í skúlanum, í Bø verður listaframsýning í Búri við Sigrid Ewald, Trónda Niclasen og Hervør Hergudóttir, og í Mykinesi verður listaframsýning í skúlanum við Kára Svensson.

 

Fólkafundur

Seinni um dagin, frá klokkan 17 til 20, verður ein onnur listaframsýning við Zakaris Heinesen í Pakkhúsinum í Bø.

Eisini verður ein framsýning í húsunum við Gil av gomlum myndum og skjølum.

Um kvøldið verður kafékvøld í Missiónshúsinum, har Tórfríð og G.O.G, Tróndur í Bø og Hallur skipa fyri. Hetta tiltakið byrjar klokkan 19. Seinni um kvøldið, klokkan 21, verður hugnakvøld í Viðurbyrgi í Bø, har Katrina Petersen og Torfríð Tavsen fara at syngja, Sámal Ravnsfjall fer at syngja og spæla, felagssangur verður við harmoniku og Gullberg Gullfoss fer at hugleiða. Eisini verður matsøla við føroyskum viðskera.

Leygarkvøldið endar við dansi í Biohøllini við Tinganest.

Sunnudagin verður svymjihøllin alment opin frá 8 til 10 á morgni, og so verður gudstænasta klokkan 11.

Listaframsýningarnar í skúlanum í Mykinesi hjá Kára Svensson og í Pakkhúsinum í Bø við Zakaris Heinesen eru eisini opnar sunnudagin, og so verður ein gamal táttur tikin upp aftur. Tað verður nevniliga skipað fyri einum fólkafundi á Stakka, har Vilhelm Johannesen, fyrrverandi politikari, fer at flyta fram røðu.

Mentanarvikuskiftið endar við einari konsert í kirkjuni í Sørvági við næmingum úr Musikkskúlanum í Vágum.