Mercedes var dóttir Eysturríkskan Daimler umboðsmann

Hóast stovnararnir av fyritøkunum Daimler og Benz mugu metast sum pionerar innan bilaídnaðin, er Mercedes verksmiðjan, Daimler-Benz, ein lutfalsliga nýggj fyritøka, ið varð stovnað í 1926, tá fyritøkurnar Daimler og Benz vórðu lagdar saman.

Magnus Gunnarsson



Dóttir Daimler umboðsmannin í Eysturríki

Gottlieb Daimler (1934-1900) og Carl Benz (1844-1929), høvdu arbeitt hvør í sínum lag við gassmotorum, og báðir vóru klárir við benzinmotorum í 1883.

Gottlieb Daimler var góður handilsmaður og samskipari. Hann hevði størri áhuga í motorum enn bilum. Carl Benz var har afturímóti sannførdur um, at motorar og bilar skuldi framleiðast sum ein heild.

Hjá Daimler var úr at gera við aldarskiftið. Teir gjørdu persónbilar, bussar, jarnbreytarakfør og skipsmotorar. Søluumboðsmaður teirra í Eysturríki, stórhandilsmaðurin, Emil Jellinek, var vorðin áhugaður í motorítótti. Tá hann var við í eini kappkoyring í 1899, brúkti hann ikki sítt egna navn, men kallaði seg Mercedes, ið var navnið á dóttur hansara, sum tá var 11 ára gomlu.

Mercedes navnið vísti seg at bera eydnu við sær, og hann vann kappkoyringina. Avtala varð gjørd við Emil Jellinek um, at hann umframt Eysturríki, skuldi umboða Daimler bilarnar í Ungarn, Fraklandi, Belgia og USA. Í hesum londum fingu bilarnir navnið Mercedes.

Fyrsti Daimler bilur við Mercedesbúmerki var gjørdur í 1901.

Tað gekk eisini við rúkandi ferð hjá Benz fyritøkuni við nógvum ymiskum sniðum. Í 1899 vóru teir heimsins stórsti bilaframleiðari í harðari kapping við Daimler.


Daimler og Benz samanlagdar

Bæði hjá Daimler og Benz vórðu royndir gjørdar við smáum skjóttgangandi dieselmotorum, og í 1924 kom fyrsta samstarv teirra millum við at menna ein dieselmotor til lastbilar og bussar. Um hesa tíðina merkist tann búskaparliga afturgongdin í heiminum, og tað gekk hart út yvir bilverksmiðjurnar.

Um tær skuldu klárað seg var neyðugt at arbeiða saman, og í 1926 løgdu pionerfyritøkurnar Daimler og Benz saman til Daimler-Benz AG.

Fyritøkurnar fingu felags búmerki, Mercedes stjørnan í heiðurskransinum hjá Benz.

Daimler-Benz verksmiðjurnar í Stuttgart vóru bert ein toft, tá seinni heimsbardagi var av, og má tað metast sum eitt undur, at teir fingu framleiðsluna í gongd aftur við einum sniði, sum teir høvdu gjørt fyri kríggið.

Fyrr, eins og nú, vóru Mercedes-Benz mest kendir fyri at gera stórar prestisjubilar, men fíggjarkreppan í tríatiárunum hevði við sær, at teir eisini fóru at framleiða minni og bíligari bilar sum Mercedes 170, ið kom á marknaðin í 1936.

Tað var hesin bilurin, ið kom aftur í framleiðslu eftir kríggið. Týski búskapurin batnaði so líðandi, og í 1953 varð ein nýggjur Mercedes 180 vístur á bilaframsýningini í París. Síðani hevur tað bert gingið framá við stórum úrvali av persónbilum, vørubilum lastbilum og bussum.

Mercedes bilarnir eru kendir fyri góðsku og slitstyrki og verða nógv brúktir sum hýruvognar, hóast teir eru 2 til 3 ferðir dýrari enn tilsvarandi bilar í somu stødd.

Daimler-Benz var fyrsta bilverksmiðjan, sum av sínum eintingum arbeiddi við at gera bilarnar ferðslutryggar ? langt áðrenn talan var um lógaráseting á tí økinum.