Merkel ímóti Mugabe

Týski kanslarin, Angela Merkel, dylur ikki fyri, hvat hon heldur um zimbabwiska forsetan, Robert Mugabe. Við AP-tíðindastovuna sigur hon, at ES fer at fremja øll hugsandi tiltøk fyri at fáa Mugabe og stjórn hansara frá.

-Vit fara at seta allar hugsandi revsiatgerðir í verk, og vit fara eisini at kanna, um vit kunnu avmarka ferðamøguleikarnar hjá zimbabwisku leiðarunum meiri enn higartil, sigur Angela Merkel við AP. Amerikanska stjórnin er eisini sera misnøgd við framferðina hjá Robert Mugabe, og George W. Bush, forseti, segði í síðstu viku, at USA fer at herða síni tiltøk ímóti zimbabwiska forsetanum og stýri hansara.