Korona er aftur farið at ganga av álvara og tað eru nógv fólk, sum verða smittað. Men varianturin, sum ger um seg nú, er mildari enn teir upprunaligu variantarnir, so hjá teimum flestu merkist tað sum ein vanlig influensa – verri hjá summum enn hjá øðrum.
Og fyribils er korona ikki nakað, tey í sjúkrahúsverkinum merkja nakað til. Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, sigur at sum so hava tey ongar sjúklingar við koronu. Tað eru einir tveir innlagdir sjúklingar, sum eisini hava koronu, men teir eru innlagdir av øðrum orsøkum.
Sostatt merkja tey ikki nógv til koronu í sjúkrahúsverkinum, og eftirsum útlitini eru, skuldi tað heldur ikki verið nakar serligur vandi, tí varianturin, sum nú gongur, er nógv mildari enn teir upprunaligu variantarnir.
Fólk verða ikki longur kannað fyri koronu, so tað er ringt at vita, hvussu illa tað gongur, men tað eru nógv fólk, sum liggja sjúk heima. Men hinvegin, tá ið sjúkan er mild, er eingin orsøk til at kanna tað stóra talið á fólki.
Hugburðurin í samfelagnum til koronu er eisini broyttur. Í fyrstuni snúði tað seg um at forða fyri, at sjúkrahúsini vórðu ovbyrjað, tí tá vórðu nógv fólk so sjúk, at tey kravdu innlegging. Tað var ein taktikkur, sum eydnaðist til fulnar, tí sjúkrahúsini vórðu ongantíð ovbyrjað.
Síðani varð taktikkurin at forða fyri, at fólk skuldi fáa koronu og tað førdi til, at eitt ótal av fólki varð kannað og sett í sóttarhald. Men so fjarðaði korona burtur, til tað nú hevur tikið seg upp aftur við einum nýggjum varianti.