Hóast Terji Messel fyrr hevur givið út við bólkinum Maður:Glotti, so er á hesi nýggju fløguni við Messel ikki talan um sama stíl.
Men stílurin er ringur at seta í bás. Hevur verið nevndur country, rock-pop, jazz og soul við rót í føroyska fólkatónleikinum. Kanska við minsta dentinum á country.
Hetta er í hvussu er ein væl frágingin fløga. Semerkt í stíli. Ljóðgóðskan er góð og væl spæld av dugnaligum tónleikarum.
Teji Messel býr í Nibe í Danmark og hevur hann danskar tónleikarar at hjálpa sær á teimum trimum løgunum; Don't waste the water, Need you near me (one way or another) og Can't be love. Tey bæði fyrru løgini hevur Kaj Klein tikið upp og miksað saman við Messel. Síðsta lagið er tikið up av Børge Lunde og miksað av Chris Worall.
Hetta er spennandi og íoyrafallandi fløga. Tó so øðrvísi í føroyskum høpi. Spennandi fløguhúsanum stendur Ova fyri. Ova er hin helmingurin av Maður:Glotti, og er komin sær meira og meira fram sum myndlistafólk.
Stakfløgan hjá Messel kostar 69 krónur í fløguhandlum kring landið.