Messi: Eg vildi ikki enda í somu støðu sum seinast

Lionel Messi vildi gjarna aftur til FC Barcelona, men hann vildi ikki enda í somu støðu sum í 2021

Í gjár boðaði Lionel Messi frá, at hann skiftir til Inter Miami í USA. Sáttmálin við Paris Saint Germain er útgingin og fleiri væntaðu, at hann fór at taka ein seinasta dans við FC Barcelona, men álitið er brotið.

 

Hann hevur í samrøðu við sponsku miðlarnar Sport og Mundo Deportivo sagt, at hann vildi gjarna aftur til FC Barcelona, men til endas vildi hann ikki enda í somu støðu sum í 2021, tá hann brádliga mátti fara úr felagnum, tí fíggjarstøðan var so vánalig.

 

- Satt at siga, so vildi eg gjarna aftur, men hinvegin vildi eg ikki enda í somu støðu sum seinast. Eg kann ikki lata framtíðina í hendurnar á øðrum. Eg má hugsa um familjuna, sigur Lionel Messi og leggur afturat:

 

- Tað hevði verið neyðugt hjá felagnum at selt spælarar og minkað um lønirnar hjá øðrum. Tað vil eg ikki verða orsøkin til, sigur Lionel Messi.

 

Fíggjarstøðan hjá FC Barcelona hevur verið ring í fleiri ár. Joan Laporta er fyri aðru ferð forseti í felagnum og roynir at rudda upp, men tað hevur ikki eydnast eins væl og í 2002. Lionel Messi finst í samrøðuni eisini at limum í leiðsluni í katalanska stórfelagnum, fyri ikki at vilja hava hann aftur.

 

Lionel Messi er 35 ára gamal.