Messi skelkar allan fótbóltsheimin

Eftir at hava tapt fýra finalur, kastar hann handklæðið í ringin

Gitni, argentiski fótbóltsleikarin, Messi, hevur leikt sín seinasta landsdyst.

 

Eftir at hava tapt enn eina finalu við argentiska landsliðnum, skelkaði hann allan heimin í nátt við at boða frá, at hann gevst á landsliðnum.

 

Tað pínur ikki at vera meistari og mín leiklutur á landsliðnum er liðugur, Messi, sum fylti 29 fyri nøkrum døgum síðani, eftir at hava tapt finaluna í Copa America í nátt.

 

Dysturin endaði 0-0, men Kili vann brotsskarkskappingina 4-2, har eisini Messi brendi eitt brotsspark.

 

- Eg havi verið í fýra finalum, men tað miseydnaðist hvørja ferð. Tað er helst ikki meiningin, eg skal vinna eina finalu, so tað er frægast at gevast, segði Messi.

 

Nógv halda, at Messi er heimsins besti fótbóltsspælari, og hann hevur eisini vunnið alt, ið vinnast kann við Barcelona, men hann hevur ikki vunnið eitt tað einasta steyp við landsliðnum.

 

Hann hevur spælt 113 landsdystir fyri Argentina, og hevur skotið 55 mál. Heili fimm ferðir er hann kosin at vera besti leikari í heiminum.