Messi tapti kæru: Hevur snýtt í skatti

Lionel Messi hevur í dag fingið staðfest 21 mánaðar treytaða dómin fyri skattasvik

Heimskendi fótbóltsspælarin, Lionel Messi, og pápi hansara hava í dag fingið staðfest sín dóm á 21 mánaðar treytafongulsrevsing fyri skattasvik. FC Barcelona spælarin og pápi hansara, Jorge Messi, skulu eisini gjalda samanlagt áleið 30 milliónir krónur í bót.

 

Les eisini: Barcelona spælari ákærdur fyri svik

 

Lionel Messi og pápin blivu í juni í fjør dømdir í rættinum í Barcelona, fyri skattasvik í trimum førum millum 2007 og 2009. Tá fingu teir dómin, sum í dag er staðfestur av Hægstarætti.

 

Í Spania er lóggávan soleiðis, at allar revsingar undir tvey ár, har lógarbrotið ikki hevur innihildið harðskap, sjáldan geva fongulsrevsing. Soleiðis verður eisini við Lionel Messi og pápanum, sum tó skulu halda seg røttu megin lóggávuna í 21 mánaðir, fyri at dómurin ikki skal herðast.

 

Í stuttum snýr sakin seg um, at fegarnar báðir hava brúkt fyritøkur í eitt nú Uruguay, Sveis og Belis, fyri at sleppa lættari í skatt. Lionel Messi hevur sagt sum minst í allari sakini, og sigur at hann stólaði upp á sakførararnar, ið stóðu fyri tí fíggjarliga partinum hjá honum.

 

Tað merkir, at argentinski Lionel Messi ikki skal í fongsul, um hann skikkar sær pent. Lionel Messi er 29 ára gamal og fimm ferðir valdur til heimsins besta fótbóltsspælara.