Messi undarst á dopingroynd

Lionel Messi er ikki fegin um, at dopingroyndin hjá honum var meiri umfatandi enn hja hinum

 

 

 

 

Lionel Messi hevur undan Champions League dystinum móti Paris Saint-Geramin í annaðkvøld verið til dopingroynd. Tað er einki vanligt í tí, men stóra stjørnan hjá FC Barcelona og Argentina undrast á, at bara hann skuldi geva blóð- og urinroynd.

 

-       Dopingroynd. Av teimum fimm, sum eru útvaldir eri eg tann einasti, sum skal geva urin og blóðroynd. Tað er eitt sindur løgið, er tað ikki?, spyr Lionel Messi á Instagram vangasíðuni hjá sær.

 

Lionel Messi hevur fyrr verið argur inn á dopingmynduleikarnar, tá hann undir HM endaspælinum ikki slapp at fegnast saman við liðfeløgunum, tá teir komu í finaluna, tí hann skuldi til dopingroynd.

 

FC Barcelona er komið víðari til endaspælið í Champions League, men kunnu við sigri á PSG vinna fyrsta plássið frá Zlatan Ibrahimovic og liðfeløgunum hjá honum.