Lionel Messi hevur undan Champions League dystinum móti Paris Saint-Geramin í annaðkvøld verið til dopingroynd. Tað er einki vanligt í tí, men stóra stjørnan hjá FC Barcelona og Argentina undrast á, at bara hann skuldi geva blóð- og urinroynd.
Les eisini: Gerrard má aftur bjarga Liverpool
- Dopingroynd. Av teimum fimm, sum eru útvaldir eri eg tann einasti, sum skal geva urin og blóðroynd. Tað er eitt sindur løgið, er tað ikki?, spyr Lionel Messi á Instagram vangasíðuni hjá sær.
Les eisini: Lionel Messi raktur av fløsku
Lionel Messi hevur fyrr verið argur inn á dopingmynduleikarnar, tá hann undir HM endaspælinum ikki slapp at fegnast saman við liðfeløgunum, tá teir komu í finaluna, tí hann skuldi til dopingroynd.
Les eisini: Lionel Messi sett nýtt met í Spania
FC Barcelona er komið víðari til endaspælið í Champions League, men kunnu við sigri á PSG vinna fyrsta plássið frá Zlatan Ibrahimovic og liðfeløgunum hjá honum.