Messi varpaði Chelsea úr CL

Champions League: Her eru liðini, ið hava spælt seg í fjórðingsfinaluna.

Seinasta 1/8-finalan í Champions League varð spæld í kvøld. Talan var um spennandi dyst á Camp Nou, har FC Barcelona og Chelsea hittust eftir at fyrri dysturin teirra millum í London endaði við 1-1-javnleiki.


Setningurin hjá Chelsea var greiður. Teir skuldu í øllum førum fáa eitt mál, og síðani var minstakrav ein javnleikur. Hetta kom tó at kosta teimum, tí at fara fram á vøllin lat dyrnar upp fyri kontramaskinuni hjá FC Barcelona.


Lionel Messi setti hol á málskjótina longu í triðja minutti, og eitt gott korter seinni var hann aftur heilin aftanfyri, tá ið hann legði bóltin fyri føturnir á Ousmane Dembélé, ið hegnisliga sparkaði heimaliðið á odda 2-0.


Chelsea royndi at svara aftur, og gestirnir hildu seg eisini eiga brotsspark í seinna hálvleiki, men tað spurdist einki burturúr, og heldur var tað dagsins maður, Lionel Messi, ið setti eitt seinasta punktum og tryggjaði FC Barcelona ein 3-0-sigur.


FC Barcelona hevur nú spælt seg í fjórðingsfinaluna saman við Real Madrid, Sevilla, Roma, Juventus, Bayern München, Manchester City og Liverpool.

 


Fríggjadagin verður lutakast um hvør skal hittast í fjórðingsfinalunum, ið verða spældar 3.-4. apríl og 10.-11. apríl.