Messias og NSÍ eru heilt nær

Enn er endalig avtala ikki fingin upp á pláss, men formaðurin hjá NSÍ metir sjálvur, at hetta fer at koma í rættlag

Fótbóltur

NSÍ hevði í fjør sítt besta kappingarár nakrantíð, tá tað eydnaðist besta mansliði felagsins at vinna gull í steypakappingini umframt silvur í landskappingini.
Í vetur hevur liðið tó verið fyri hampuligari stórari frágongd, og enn eru tey í Runavík tí kanska í iva um, hvat tey skulu rokna við komandi kappingarárið. Serstakliga tykist verjuparturin tunnur, eftir at tríggir av berandi leikarunum her hava boðað frá, at teir ikkiv verða á liðnum komandi árið. Arnfinn Langgaard og Djóni N. Joensen hava báðir boðað frá, at teir ikki longur hava møguleika at røkja skyldurnar, sum fylgja við fyrstudeildar fótbólti, og Pól Thorsteinsson verður í B36 komandi árið.
Enn hevur verið heldur smáligt við tilgongdini, men nú er so líkt til, at B68 fær í øllum førum ein nýggjan verjuleikara. Talan er um Messias Perreira, sum seinastu fimm árini hevur leikt við B68.
Enn er ikki nøkur endalig avtala gjørd millum partarnar, men tá vit sunnukvøldið fingu orðið á formannin í NSÍ, Jákup Mortensen, tóktist hesin vera hampuliga bjartskygdur.
- Eg kann so bara vátta, at vit hava tosað við Messias, og hann tykist vera áhugaður í koma hendan vegin. Enn er so einki endaligt avtala, men eg rokni við, at vit fáa hetta í rættlag, soleiðis at hann verður partur av hópinum komandi ár, sigur Jákup Mortensen, og leggur afturat, at hetta sum so verður einasta innkeypið hjá NSÍ í ár.
- Í løtuni er so einki annað á tapetinum. Vit hava fingið onkrar leikarar viðaftur, sum áður hava verið partur av besta liðnum, men í aðrar mátar verður helst ikki talan um tilgongd, so tað verður fyrst og fremst við okkara egna fólki, at vit nú fara at royna okkum, sigur formaðurin at enda.