Mest alment stuðlaða felag í Føroyum ? uttan samanbering ? er Atlantic Airways

Johan Dahl
løgtingsmaður
?????????
Sat og lurtaði eftir fimmaranum tá í rækju-vinnan varð viðgjørd og bleiv satt at siga ikki sørt argur, tá eg hoyrdi Magna Arge, sum júst er heiðraður sum ársins leiðari.
Tillukku við tí Magni.
Tá ið farið var at tosað um almennan stuðul og at latað fara tað sum ikki kann bera seg, so haldi eg at tað var ikki sørt av mótsøgnum í at just Magni Arge, sum stjórnar Atlantsflogið skuldi viðgera hendan spurning.
Eg havi gjørt var við fyrr at Atlantic Airways - uttan samanbering - er tað almenna partafelag sum verður mest stuðla við almennum pengum.
Atlantic Airways hevur fingið hangarin og teir facilitetir sum eru í honum fyri onki - tí tað kann man róliga siga, havandi í hugað at ONGIN leiga er goldin, frá tí hesin var bygdur fyri nógvum árum síðani og til, - so vítt eg minnist 2002-2003, sáttmálin segðist verða burtur.
Hesin bygningur kostaði góðar 60 milliónir krónur og um Atlantic sjálvt skuldi bygt hann og avdrigið hann við rentum og avdráttum, so hevði hetta verið uml. 8-10 milliónir um árið.
Harafturat hevur tað almenna keypt eina tyrlu sum goldnar verað 14 milliónir fyri um árið - plus reservadeilir sum tað almenna eisini gjaldir og eigur.
Hesar 14 milliónirnar verða rokning send til almennu Føroyar fyri SAR arbeiði (Bjarging, sjúklingatransport og annað)
Fyri hesar 14 milliónirnar talan er um, skal flúgvast 170 tímar um árið incl. venjing hjá tyrlumanningini, so ikki kann sigast annað enn at hetta eru heimsins dýrastu tyrlutímar, - teir kostað 82.000,- pr. tíma.
Ein kundi spurt hví vit ikki útlisiterað hendan partin sum eitur tyrluflúgving og SAR .
Ein kann ikki siga annað enn at hetta er sera kreativt politiskt virksemið, sum bleiv brúkt tá tyrlan bleiv keypt, hetta fyri at fáa "kabalina" at ganga upp.
Forrentingur og vinningsbýti av eginpeningi hevur heldur ikki verið goldin ánarunum fyrrenn fyrstu fer í fjør minnist meg rætt.
Einans sjálvur parta-peningurin uppá 75 Mio Kr. áttu at forrrenta seg við 5-6-7% p.a., ella tað sum annars kundi fingist við at latið peningin staðið í obligatiónum.
Nú hava vit so eitt monopol og prísirnir fyri vanligu ferðandi eru so ikki kvinkaðir niður eftir síðan Mærsk gavst heldur hinvegin.
Við minst 20 milliónum í óbeinleiðis og beinleiðis almennum stuðuli pr. ár, - tá kann man saktans tosað um at "tað sum ikki stendur seg í kappingini skal falla".
Tað er so sera, sera lætt at tosað um kappingarførið, avlop og menning, tá ein bert kann senda rokningina til tey ferðandi og Før-oya Landsstýri fyri at fáa fíggjarligu kabalina at ganga upp í eina hægri eind.
Nær fara vit politiskt og búskaparfrøðinga høpi, at viðgera almenn partafeløg á sama hátt sum privat vinnulig partafeløg og takað allan almennan stuðul burtur, - tí hann er av tí ónda sambært búskaparfrøðingunum.
Kundi verið áhugavert at fingið at vita frá búskaparfrøðinginum sum var í fimmaranum og viðgjørdi rækjuvinn-una, hvørja støðu hann hevur til almennan stuðul av almennum partafeløgum sum heild.