Mest átrokandi at fáa nýútbúgvin upp í ALS

At nýútbúgvin sleppa upp í ALS, er ein tann mest átrokandi fortreytin fyri at fáa fólk at flyta heimaftur

Tey, sum akkurát eru liðug at útbúgva seg, mugu sleppa upp í Als ímeðan tey leita eftir arbeiði

 

Tað heldur Sølvi Jespersen, leiðari av talgildu marknaðarføringini hjá Atlantic Airways.

 

Á Jobmatch tiltakinum í gjár var kjakfundur, har eitt umrøðuevni var, hvørji átøk skulu setast í verk fyri at fáa føroyingar uttanlands at flyta heimaftur.

 

Nógv boð vóru upp á tað, eisini boð, sum hevur verið umrøtt í seinastuni, eitt nú fjølbroyttari og fleiri útbúgvingar.

 

Og tá ið spurt var, hvat er mest átrokandi at seta í verk, staðfesti Sølvi Jespersen, at tað er at broyta skipanina, so at nýútbúgvin sleppa upp í ALS ímeðan tey søkja sær eftir arbeiði.

 

Hann hevur sjálvur verið uttanlands í útbúgving og tað var heilt greitt, at hann hevði ikki flutt heim aftur, hevði hann ikki havt eitt starv at flyta heim til.

 

- Eg kundi ikki bara fara heim og onki hava at liva av, segði hann.

 

Í hansara føri hendi tað, at hann fekk starv og tískil flutti hann heim. Men hann endurtók, at einasta orsøk til, at hann flutti heimaftur, var, at hann hevði eitt starv at flyta heim til.

 

- Tað er umráðandi, at nýútbúgvin hava okkurt at koma heim til, so at tey ikki standa á berum ímeðan tey leita sær eftir arbeiði, segði Sølvi Jespersen.

 

Eisini Árni Olsen, marknaðarleiðari á Bakkafrosti, vísti á týdningin av, at nýútbúgvin fingu høvi at flyta aftur, um tað so kravdi, at ALS verður umskipað.

 

Hann heldur, at tað bremsar tilflytingini, at nýútbúgvin ikki sleppa upp í ALS ímeðan tey finna sær okkurt at gera.

 

Hann heldur eisini, at skulu vit tosa um íverksesting, hevur tað stóran týdning, at fólk eru til staðar í Føroyum, tí so hava tey nógv betri føling við, hvat tað ber til at fara í holt við, heldur enn tey hava við at sita onkustaðni í útlondum.

 

Fáa vit ungdómin at koma aftur til Føroya, hevði tað stuðlað upp undir íverkseting í Føroyum, heldur hann.

 

Regin Berg, formaður í Meginfelagi Føroyskra Studenta, MFS, er samdur í, tí tað, at nýútbúgvin hava tað trygdina í Danmark, at tey fáa arbeiðsloysisstuðul ímeðan tey leita eftir arbeiði, ger, at tey flyta ikki heim aftur, tí her hava tey ikki ta trygdina.

 

Og rætta løtan at fara undir nakað nýtt, at seta okkurt í verk, er í tíðini beint eftir lokna útbúgving.

 

Og eru tey nýútbúnu tá í Føroyum, er nógv størri møguleiki fyri, at tað er her á landi, at tey skapa nakað og ikki uttanlands, heldur formaðurin í MFS.