Mest hevði 12,8 milliónir í avlopi

Hóast avbjóðingar hilnaðist 2020 væl á MEST.

Nettosølan hjá MEST er økt mundandi tey seinastu fimm árini frá 265 mió krónum í 2016 til 420 mió krónur í 2020. Hetta sæst eisini aftur í lønargjaldingum, sum vóru góðar 200 mió kr í 2020.

Í MEST samtakinum eru í dag 578 ársverk – harav 60 lærlingar.

– Hóast COVID-19 avbjóðingar var avlopið eftir skatt 12,8 mió krónur í 2020.  Leiðslan er samanumtikið nøgd við úrslitið, skrivar Mest í tíðindaskrivi í morgun.

MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á góðar 105 milliónir krónur og einum soliditeti á 48%.

Samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík, Sleipibáta virksemi og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.  

– MEST hevur verið ein av teimum fyritøkunum, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hevur verið rakt av koronasmittuni, sum legði landið lamið í mars í fjør. Virksemið hjá felagnum er tætt tengt at vinnuni, sum er partur av alheims búskapinum. Umsetningurin í 2020 minkaði við nærum 100 mió krónum í mun til metárið 2019, skrivar Mest í tíðindaskrivinum.

Tessvegna gjørdist 2020 eitt ár við óvanligum avbjóðingum, har neyðugt var at laga virksemið eftir umstøðunum. Hetta eydnaðist hampuliga væl, men hevur koronasmittan havt sína ávirkan á bæði raksturin og úrslitið í 2020.