Mest nívandi lóg gjørd í Føroyum

Tá ið »Men lívið lær« kom út í 1970, var móttøkan einki at reypa av, og Heðin Brú gjørdist eitt sindur firtin um hetta. Men hvussu er hendan skaldsøgan, sum fer fram seinast í 18. øld?

»Men lívið lær« er longsta skaldsøgan hjá Heðini Brú og í mangar mátar tann mest stórætlaða. Hendingarnar í bókini eru beinleiðis heftar at teimum avleiðingum, sum lógin frá 1777 um bátsband og giftarmál hevði fyri tann vanliga ognarleysa føroyingin. Lógin staðfesti millum annað, at tað bert vóru bøndurnir ? og harvið prestarnir, sum eisini vóru bøndur ? ið høvdu loyvi at eiga bát, og bóndin hevði rætt til at biðja sýslumannin síggja til, at báturin varð mannaður av teimum ognarleysu. Fyri at giftast kravdist ein hálv til ein mørk í jørð.

Í eini samrøðu í 1977 umrøddi Heðin Brú skaldsøguna og lógina soleiðis: »?Men lívið lær? er skrivað út frá tí lóg sum bleiv gjøgnumførd í 1777, um at eingin mátti giftast uttan at eiga 1/2 mørk í jørð, og at bøndirnir høvdu loyvi at sláa arbeiðsfólkið. Hetta er mest nívandi lóg gjørd í Føryum, og av tí sama basis fyri frígeringarbardaga«.

Skaldsøgan leggur fyri við, at ein nýggjur prestur kemur til bygdina Kervík og kemur á tal við bóndan Hávarð í Stórustovu. Bóndin sigur frá nýggju lógini, sum kom fyri »einum seytjan árum síðani«, og sostatt tíðarfestir hann søgubyrjan til 1794. Tann frílynti Hávarður er ímóti lógini, og sigur at hon er ein skomm og hartil ómenniskjanslig.


Durita

Á teimum fyrstu síðunum verður aðalstríðsmálið í skaldsøguni sett fram ? t.e. almúgin mótvegis bøndrum og embætismonnum ? og síðani trínir høvuðspersónurin inn á pallin. Hon eitur Durita Eiriksdóttir, er tjúgu ára gomul og hevur síðani hon fylti fjúrtan tænt í prestagarðinum. Tann undanfarni presturin var ein dapurskygdur pietistur, og hansara tunglyndi merkti bæði bygdarlívið og Duritu. Nýggi presturin kemur við upplýsingartíð og vónum um framburð og frælsi. Tilveran letur seg upp við øllum sínum brigdum:

»Durita var ein av teimum ungdómum, sum hálsaðu heilt um; hon varð tað glaðasta menniskja, sum hugsast kann, kendi tað sum var hon komin í ein nýggjan heim, har alt var litir og ljós, sólin sá, blomstrini sprettu úr tí døkku moldini, fuglurin læt undir himmalinum, Gud var vorðin góðsintur, klørnar duttu burturav Illamanni, og eldurin hjá honum brann niður. Jú lívið var bjargað, tað hevði fingið virði, og menniskjuni komu hvørjum meira við enn áður«.

Tann humanistiski hugburðurin hjá rationalismuni kemur til Føroya, samstundis sum tann mest kúgandi og trælkandi lógin nakrantíð verður sett í gildi, og tað er eyðsæð, at tað má standast ósemja ímillum hesi mótsettu rák.


Neyðtøkan

Tvey ár eftir, at tann nýggi presturin er komin, verða Durita og nakrar aðrar neytakonur álopnar í haganum av fremmandum hermonnum. Durita verður bjargað av einum yvirmanni, sum hon síðani gevur seg til. Aftaná sigur ein eldri kona, at tær, sum eru tiknar, skulu siga frá til prest ella sýslumann, tí so sleppa tær undan sakarmáli, um okkurt skuldi spurst burturúr. Durita setir sær fyri einki at siga, og tað av tveimum grundum. Hon varð ikki tikin, og hennara einasti møguleiki fyri ríkidømi er at vera sonn:

»Hon átti einki, og soleiðis sum landsins lógir vóru, fór hon ongantíð at eiga jørð, fór tí ongantíð at fáa høvi til at gifta seg og seta búgv; tað einasta eitt fátækrafólk, sum hon, kundi gera, var at skapa eitt álit innaní sær sjálvum, sum kundi bera; og tá galt um at vera sannur«.

Meðan Durita gongur við barninum kemur ein nýggjur norskur prestur til bygdina, og hesin er enn meiri framburðssinnaður enn tann undanfarni. Prestur og hansara unga húsarhaldskona gerast fastir stuðlar hjá Duritu í hennara stríði at finna sær ein sess í samfelagnum og tilveruni.


Endurreising og reingerð

Foreldrini hjá Duritu búgva eisini í Kervík, og stutt eftir, at hon hevur fingið ein son, flytir Durita heim til tey. Fátækradømi og matloysi hava tikið skorðurnar undan lívsviljanum hjá foreldrunum, og alt áræði er horvið. Pápin fer ikki út um eina gátt longur, og mamman liggur á song og bíðar eftir, at deyðin skal lata upp fyri henni. Men eftir einum degi fær Durita tey aftur á føtur! Ráðini eru reingerð og matur, og í tí sambandinum er tað symbolskt, at Durita biður pápan saga gangararnar av vøgguni, tí »her man fara at vera annað at gera enn at sita og vagga um dagarnar«.

Stig fyri stig verður tað nú sagt lesaranum, hvat Durita avrikar, og tú gerst næstan pøstur av hennara yvirmenniskjansliga virkisfýsni. Men hendan lýsingin út í æsir er ikki realistisk í so máta, at hon veitir eina mynd af, hvussu viðurskiftini veruliga vóru seinast í 1700-talinum, hvussu út av lagi vánaligt lutfalli var ímillum arbeiði og úrtøku hjá ognarloysingum. Knossið hjá Duritu verður lýst sum ein fragd. Haraftrat er alt tað, hon nær fyrsta dagin heima hjá foreldrunum, púra ómøguligt.

Durita vil vera við, at fólk seta ov fá krøv til lívið, at tey lata sær alt lynda: »Hevði verið betur at stuðla fólki her í bygdini til at økja um lívskrøvini, og gera meir fyri at fáa hesi krøv uppfylt. Sum nú var, tyktist tað vera so, at fólk altíð hevði lyndi til at minka lívskrøvini og gera minni til nyttu«.

Hetta er ein óbeinleiðis ákæra ímóti tí lívshatsku pietismuni, sum prestarnir hava potað niður í fólk: tú skalt ikki vænta nakað í hesum jammurdalinum, lønina fært tú hinumegin o.s.fr. Pápi Duritu umboðar hesa fatan, tá ið hann fortelur, at tað tey áttu av tvøsti og spiki er farið fyri skeytið: »Várharra man hava ætlað okkum okkurt kortini, síðani hann tók henda fongin frá okkum«.

Hugburðurin hjá Duritu er beint øvutur, hon er virkisfús og fær gongd á. Hon vil heldur ikki hava nakað fyri einki, tí hon er sannførd um, at tað at liva av øðrum spillir teg. Hon følir, at tað ger mun at vera virkin, at tað ikki er til fánýtis: »Kanska tað, at eg og fleiri, sum ung eru, kunnu gera okkurt, so tey mótleysu kvaklast við og fáa lívshug aftur«.


Tað gongur

fram á hondina

Hóast kvinna lænir Durita eitt gamalt fýramannafar frá presti og fer at rógva út saman við einum vinmanni og einum hálvvaksnum, og tað vignast væl hjá teimum. Bøndrunum dámar hetta lítið, og so serliga Hanusar-Óli, sum hevur ræðið á sýslumanninum, roynir at steðga teimum. Tað eydnast kortini alla tíðina at manna bátin, og næsta stigið er at fáa sær nýggjan bát.

Umframt at rógva út, gera alt tað húsliga arbeiðið, læra børnini í bygdini at lesa og skriva, hjálpa teimum gomlu og einsamøllu og nógv, nógv aftrat, so lukkast tað eisini Duritu at bjarga tí gamla uppgávumanninum Jósiasi undan at verða dripin av Mattasi í Fjørusandi. Kapitlið um Mattas ger eina góða mynd av viðurskiftinum hjá eldri fólki, sum ongan góðan eiga. Hesi geva seg upp til onnur, tvs. tey lata einum øðrum sínar ognir, afturfyri at hesi taka sær av teimum. Uppgávufólk komu ofta í klørnar á samvitskuleysum skálkum, sum bara høvdu áhuga fyri jørðini og síðani sum skjótast at fáa tann nýgjørda ognarloysingin undir grønu torvu.

Soleiðis er eisini atburðurin hjá Mattasi, men í hansara føri er orsøkin, at hann vil so fegin giftast, men eigur ov lítla jørð. Hann leggur seg tí eftir at fáa uppgávufólk, at hann á henda hátt skal útvega sær tað neyðugu ognina. Lógin frá 1777 er sostatt ein medvirkandi orsøk, til at Mattas endar sum eitt moralskt trotabúgv.


Durita og Jesar

Á vártinginum noktar Durita seg neyðtikna og krevur at verða sektað sum allar aðrar, tvs. eina bót umframt eina viku í skansanum í Havn. Komin í tað skitna fangarúmið fer Durita í gongd við at vaska eftir somu uppskrift sum heima hjá foreldrunum. Tvær gentur, sum hon situr saman við, ernast upp av Duritu. Hon lesur fyri teimum úr »Don Quixote«, og lesarin hevur varhugan av, at skansin ikki er tann sami, tá ið Durita fer aftur til hús.

Ein vinmaður Duritu er Jesar, næstelsti sonur á einum kongsgarði, og hann hevur tessvegna ikki nakra jørð í væntu. Tey kunnu tískil ikki giftast, men hjálpa í staðin øðrum og fara t.d. út á ein garð at tæna fyri tvey blaðung, som myndugleikarnir vildu tvinga at festa. Garðurin er illa røktaður, og leikurin endurtekur seg: Durita vaskar og vaskar, og Jesar arbeiðir og arbeiðir. Tómgongdin hómast.

Seinni verður tað borið so í bandi, at Jesar kortini skal taka við festinum á faðirsgarðinum, og hjúnabandið glógvar fyri framman: »Bóndafólk á Brekkugarði, alt tað góða, vit kunnu gera, tað skapandi lív, vit kunnu birta í bygdini«. Orðini hjá Duritu er tað seinasta, sum verður sagt í skaldsøguni.

Megintráðurin í skaldsøguni er knýttur at Duritu, men umframt hendan verður sagt frá einum riðili av hendingum og lagnum. Somuleiðis er ein fittur partur av bókini fólkalívsmyndir sum í antologiini hjá Hammershaimb.


Persónlýsing

og umhvørvi

Teir flestu av eykapersónunum ? og teir eru nógvir ? eru livandi og realistiskt lýstir, meðan Durita valla kann sigast at vera serliga trúlig. Tað er bara í stuttum løtum, at lesarin trýr henni sum menniskja. Longu tá ið hon gevur seg til tann fremmanda heryvirmannin og noktar at skammast, er tað greitt, at hon ikki er púra vanlig. Eina einastu ferð í allari skaldsøguni er Durita í iva um framtíðarvánirnar, og tað er stutt fyri, hon skal eiga:

»Men ikki var tað altíð lætt; tá ið harðast gekk á, kundi tað koma yvir hana at stúra fyri øllum, sum koma skuldi: leggjast á song, verða niðursædd av øllum menniskjum, verða dømd at fara í skansan. Men hetta var nú ikki meir enn løtuvís kortini«.

Einki vinnur á Duritu, og hon útinnir alt við eini øtiligari ferð. Tey hálvdeyðu foreldrini fáa nýtt lív og koma á føtur eftir einum samdøgri. Hon er frá yngstu árum óvanliga dugnalig og arbeiðssom og gerst slóðbrótari, ikki bara í heimbygdini, men eisini í einum størri høpi. Durita verður eitt hugtak, eitt symbol upp á ídni, frælsi, menniskjað, ið ikki letur seg kúga, men sum við berum hondum byggir upp eina tilveru. Einki tykist at nerva hana, hon er ikki grundandi, men virkisfús. Hon er ein myta sett inn í ein realistiska heim, og tað ikki-realistiska er júst hetjulýsingin av høvuðspersóninum.

Jesar er tann stillføri og beinsami, men hann er eisini listamaður av neyð, tí lógin frá 1777 ikki veitir honum aðrar møguleikar: »Mær fer helst aldri at bjóðast annað í lívinum enn henda hugsjónarverð; men hvør veit, um tað verður ikki tað undrunarverdasta av øllum, at liva uppá«.

Jesar er greiður yvir, at hann mótsett Duritu hugsar alt ov nógv, og tað er eyðsæð, at tað listaliga arbeiði kemur í staðin fyri tað veruliga lívið. Tvs. ein libidotransformering í bæði Freudskari og Jungskari merking. Fyrst ið tað ber Jesari til at gera tað, hann veruliga hevur hug til, verður tað listaliga arbeiðið slept upp á fjall.


Samanhald og hjálpsemi

Virðingin hjá Heðini Brú fyri tí vanliga stillføra menniskjanum kemur ferð eftir ferð til sjóndar. Hann vísir, hvussu kravlítil tey eru, og at tey fegnast, bara tey hava mat í munnin og sita turr. Sagt verður frá, hvussu fólk hjálpa hvørjum øðrum og egna tí, sum einki hevur. Tey eru reiðilig inn í benið, og orka ikki at hoyra um valdsgerðir og órættvísi. Menn sum Hanusar-Óli er teimum ein andstygd.

Sum nevnt verður umhvørvið lýst út í æsir, bæði yrka- og halgidagar. Harumframt verður sagt frá keypi frá hálendskum skipum, eini bátsferð eftir lækna, handilsferðum til Havnar, gátuførum álopum á droymaran Sámal Jóhan og mangt annað.

Høvundurin lýsir væl og virðiliga, hvussu stóran týdning máltíðirnar høvdu fyri almúguna. Hetta hongur sjálvsagt uppi í, at tað nógva arbeiði, ofta tungt kropsarbeiði, var ein partur av stríðnum at útvega sær føðina. Umframt nakrar hátíðir, so var tað at eta tann einasti stuttleikin hjá ognarloysinginum.


Bóndabygdin

»Men lívið lær« er málað við stórum pensli, og tey fínari brigdini verða aloftast lopin um. Í nógvum minnir hon um skaldsøgurnar hjá Captain Marryat og tær hjá B.S. Ingemann, har tann psykologiska lýsingin av persónunum heldur ikki er frammarlaga. Ein stórur partur av skaldsøguni sigur frá árinum í einari bóndabygd, og í mangar mátar er bókin eins nógv ein fólkalívsmynd sum ein skaldsøga. Heðin Brú nýtir høvi til at vísa tað gamla bóndasamfelagið fram, og tað er lesaranum fullkomiliga greitt, at frásøgnin byggir á egnar royndir. Hetta hevur í sínum lagi við sær, at hesar lýsingar gerast serliga viðkomandi og teir bestu partarnir í bókini.

Skemtilýsingar, sum annars hava alstóran týdning í skaldskapinum hjá Heðini Brú, hava so at siga ongan leiklut í »Men lívið lær«. Somuleiðis eru náttúrulýsingarnar bæði fáar og sum heild stuttar, og í hesum líkist »Men lívið lær« »Leikum fagurt«, so ymiskar bøkurnar annars eru.


Sálarlig kryplan

Framtíðarvónirnar í skaldsøguni eru ikki smávegis. At tað sum heild ikki stendur væl til millum fólk er grundað á, at tey ikki arbeiða nóg mikið, og skyldina hevur lógin frá 1777. Lógin hevur við sær, at fólk gerast sálarliga kryplaði og missa bæði áræði og sjálvsálit.

Tað er her, at Durita kemur upp í leikin. Verður sæð burtur frá endanum, verður hon eftir mínum tykki ikki lýst sum ein livandi menniskja, men júst sum yvirmenniskja. Her var høvundurin ikki samdur, tá ið eg tosaði við hann í 1981:

»Tað er heilt misfatað. Tað er so mong einsliga kvinnan, ið hevur útint líka nógv. Tað er helst tí hon róði út. Tað er ikki bert hon, ið hevur gjørt tað«.

Men í einari samrøðu frá 1977 sigur hann:

»Fólk í bókini eru idealiseraði, fyri at skriva um hesar leiðandi »frígeringarpersónar« so sum fólk sóu teir. T.d. Duruta. Eitt slag av ævintýrroman. Persónarnir eru eisini idealiseraðir í tað mát, at tað verður víst á, ikki bara tað teir hava gjørt, men eisini tað fólk halda, teir hava gjørt. Eitt dømi úr veruleikanum er Nólsoyar Páll«.


Frælsishetja

Durita kann sigast at vera tann persóngjørda upplýsingarhugsanin, sum í endanum av øldini náddi Føroyum. Hon verður ein frælsishetja, sum berjist fyri, at tann vanligi føroyingurin skal fáa mannarættindi í egnum landi. Durita er eitt slag av gudinnu, hon er almóðirin.

Skaldsøgan er somuleiðis ein fagnaðarsongur til kvinnuna, sum livir eftir kenslunum, eftir hvat hon kennir er rætt, og hvat er skeivt. Maðurin Jesar hugsar ov nógv og fær tí lítið og einki av skafti, fyrrenn hann verður stýrdur av Duritu.

Durita fær endurreist stórar partar av bygdini og meira aftrat, tí hon situr ikki og ivast í hvussu og hvat, men uttan at drála ger tað, hon veit er tað rætta, líkamikið hvat lógin sigur. Hon er lík Noru í sjónleikinum »Et Dukkehjem« eftir Henrik Ibsen, sum eisini ger tað, hon við sær sjálvari kennir er rætt, og ikki skilir, at lógin ikki altíð tekur menniskjaslig fyrilit.

Tær ætlanir, sum høvundurin hevur havt við »Men lívið lær«, kunnu valla sigast at vera gingnar út. Søgan er liðaleys, í støðum pjakut skrivað við nógvari uppreksan av, hvat ið fólk gera niður í smálutir, persónlýsingin er ógreið, og søgugongdin er lítið trúlig. Hinvegin skal sigast, at »Men lívið lær« er undirhaldandi og spennandi at lesa, at hon yður av framúr fólkalívsmyndum, og at málið sum altíð hjá Heðini Brú er ein fragd. Og tað er jú ikki smávegis.