orkusparing
Leif Láadal
Tað er framvegis ein søguligur dámur yvir reyðu høvuðskrivstovuni hjá MEST - ella Tórshavnar Skipasmiðju, sum felagið áður æt. Á veggjunum hanga myndir av flaggprýddum nýbygdum skipum, og hyggur tú út vindeygað í ein eystan, sæst at flaggstongin ikki er fest niður í klettin, men at hon stendur niður í miðjuna á eini stórari skipsskrúvu. Húsini, sum upprunaliga vóru navigatiónsskúli, hava seinnu mongu árini hýst umsitingini hjá einari av størstu og kendastu fyritøkunum í landinum. Tó at fyritøkan í dag hevur deildir kring landið, er tað framvegis í reyðu húsunum í J.C. Svabosgøtu, at avgerðirnar verða tiknar. Og serliga hetta seinasta árið eru stórar og kollveltandi avgerðir tiknar. Avgerðir, ið sum frá líður fara at broyta fyritøkuna munandi, tá tað snýr seg um árin á umhvørvið, og ans fyri tí burðardygga. Skipasmiðjan MEST vil ikki bara vera “best”, hon vil eisini vera “minst”, tá tað snýr seg um orkubrúk, og harafturat sum minst, tá tað snýr seg um útlát, tó at leiðslan eisini skal virða ynskinum hjá eigarunum um eitt sunt avkast.
Royndir frá Danisco
Fyri einum lítlum ári síðani tók Eyðfinn Egholm við sum stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Eitt tað sjónligasta, sum er hent, síðani nýggi stjórin fór í gongd, er at felagið hevur fingið nýggja navnið MEST, men nógv annað er eisini hent, og nógv fer at henda næstu tíðina. Tað løgna er tó, at nógv av tí, sum fer at henda, er av tí slagnum, sum ikki skal síggjast. Kjølurin er nevniliga lagdur til eina stórfingna ætlan, ið sum frá líður skal minka heilt munandi um orkunýtsluna hjá MEST. Longu í 2010 skal orkunýtslan hjá samtakinum verða 10 prosent minni enn hon var í 2007/08. Eisini skal mongdin av ruski, sum verður framleitt í samtakinum, minka við 15 prosentum hetta tíðarskeið.
At hendan ætlan fer at eydnast, ivast Eyðfinn Egholm ikki í, og hann veit eisini, hvat tað er hann tosar um. Áðrenn hann tók við sum stjóri hjá MEST, arbeiddi hann í nógv ár hjá stóru fyritøkuni Danisco, har hann seinnu árini m.a. hevði ábyrgdina av eini stórari verkætlan, sum skuldi minka um orkunýtsluna. Hetta arbeiðið hevur higartil eydnast somikið væl, at Danisco seinastu 15 árini hevur minkað orkunýtslu sína við 40 prosentum, samstundis sum fyritøkan er vaksin stútt.
Bara byrjanin
Tað eru ymsir mátar at fáa gongd á orkuminkingina í einari fyritøku, og MEST hevur valt at brúka norðurlendsku skipanina EMS-Light - ein virkisætlan fyri smærri fyritøkur í Álandi, Íslandi og Føroyum - sum lopfjøl.
- Vit kundu gott verið farin í gongd sjálvi, men tá eg hoyrdi um EMS-Light, var upplagt at MEST gjørdist partur av hesi verkætlan, sigur Eyðfinn Egholm, men leggur afturat, at EMS-Light bert er byrjanin.
- Vit hava í sambandi við hesa verkætlan sett okkum sum mál, at minka 10 prosent í orkunýtslu næstu tvey árini, men tað merkir als ikki, at vit so fara at seta okkum upp afturá. Tað snýr seg um at verja umhvørvið sum mest, og samstundis at gerast meiri óheft at einari og somu orkukeldu, nevniliga oljuni, sigur MEST-stjórin.
Júst hvussu stór orkuminkingin hjá MEST verður í framtíðini, ber ikki til seta tal á, tí ætlanin er at orkuminking ella orkusparing skal vera ein reglubundin partur av øllum mannagongdum í fyritøkuni.
- Frá mínari tíð í Danisco veit eg, at slíkar broytingar byrja við einari hugburðsbroyting hjá starvsfólkunum, og tá so hendan hugburðsbroyting er hend og sett í verk, skal nýggi arbeiðshátturin verða ein fastur partur av okkara fyritøku, soleiðis at minking í orkubrúki og arbeiði framímóti alternativum umhvørvisvinarligum loysnum, verður ein natúrligur partur av okkara arbeiði, sigur Eyðfinn Egholm.
Hjá Danisco vístu royndirnar, at bara hugburðsbroytingin hjá starvsfólkunum sum frá leið minkaði orkubrúkið í fyritøkuni 10 prosent.
Gott lýsingavirði
Alt hetta við umhvørvi og burðardyggari menning hevur verið rættiliga nógv frammi í seinastuni. Onkur skeptikari hevur sagt, at evnið er skapt av politikarum og fjølmiðlafólki, sum vilja styrkja um tilverurættin hjá sær. Eyðfinn Egholm er ikki heilt samdur.
- Tað kann gott vera, at júst umhvørvisspurningurin í mun til ymiskt annað hevur verið nógv á breddanum seinnu árini, men hetta er ein týdningarmikil spurningur, sum øll – eisini føroyingar – eiga at taka støðu til. Vilja vit í Føroyum vera partur av altjóða samfelagnum, og tora at hyggja upp á okkara grannar og fólk longri úti í heimi, mugu vit vísa ábyrgd, sigur hann.
Men hvussu so við teimum, sum siga, at allar hesar umhvørvismerkingarnar bara verða brúktar sum gott PR hjá framleiðslufyritøkum?
- Tað er rætt, at umhvørvismerkingar kunnu brúkast, tá ein fyritøka skal marknaðarførast, men eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í at vísa viðskiftafólki bæði innanlands og uttanlands, at ein fyritøka kennir ábyrgd yvirfyri umhvørvinum. Slík tekin vísa jú samstundis, at talan er um eina fyritøku, sum tekur seg sjálva í álvara, og tá skal ikki so nógv til hjá kundanum, fyri at hann kemur til tað niðurstøðu, at fyritøkan eisini tekur kundan í álvara, sigur MEST-stjórin.
Skráseting og stýring
Men hvussu ætlar MEST so ítøkiliga at fáa orkubrúkið niður við 10 prosentum næstu tvey árini, og samstundis veksa um virksemi sítt?
Ja, talan er ikki um nakran gandafrymil. Í veruleikanum skal ikki meira til – í fyrstani – enn at skráseta alt orkubrúkið í fyritøkuni, og so greina tey tøl, sum funnið verður framt til. Tølini fara at vísa, um brúkið er óneyðuga stórt á summum økjum í fyritøkuni. MEST hevur skrásett samlaða orkubrúkið hjá fyritøkuni í fjør og higartil í ár, og sum dømi um eitt øki, har tað kann setast inn beinanvegin, nevnir Eyðfinn Egholm nøkur av sethúsunum, sum fyritøkan eigur.
- Hús, sum eru um somu stødd, brúka sera ymiskar nøgdir av olju til upphiting. Her kann vera talan um ov illa bjálvað hús, ov skilaleyst brúk, ella ein kombinatión av hesum. Í øllum førum kunnu vit fara í gongd beinanvegin við ábøtum, og líknandi broytingar kunnu eisini gerast á størri økjum í fyritøkuni, sigur Eyðfinn Egholm.
Tá tað snýr seg um orkuslúkar, skulu hesir beinast av vegnum næstu árini, og sum frá líður skal fyritøkan verða somikið væl fyri, at tað einasta, sum hugsast skal um, er at taka tær umhvørvisligu røttu loysnirnar.
- Burðardyggu íløgurnar eru í summum førum størri, tá mann hugsar stutt, men tað góða við hesum er jú, at tær fíggjarliga loysa seg í longdini, sigur Eyðfinn Egholm.
Bjóða seg fram
Fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum er í fyritøkuni, hevur MEST gjørt av at heita á starvsfólkini um at bjóða seg fram.
- Vit vita, at fólk eru í fyritøkuni, sum hava góð hugskot til, hvussu fyritøkan kann gerast meiri burðardygg, og tí hava vit valt at biðja tey koma við sínum hugskotum, sigur Eyðfinn Egholm.
Ætlanin er so at fáa tey sum hava hug og førleika, at standa fyri onkrum verkætlanum, eins og tey, sum koma við hugskotum, ið kunnu brúkast, fáa okkurt slag av bonus fyri hugskot síni.
-----
FAKTA UM
EYÐFINN EGHOLM
Stjóri á skipasmiðjusamtakinum MEST
59 ár
Sivilverkfrøðingur og HD í fígging
Arbeiðsroyndir:
1976-79 De Danske Sukkerfabrikker
1979-1993 Teknicon, føroysk felag. Partaeigari og leiðari.
1993-2008 Danisco Sugar – seinnu árini tekniskur leiðari fyri Danisco Sugar Nykøbing
2008- MEST
--------
FAKTA UM MEST
MEST samtakið er ein samanrenning av MEST Tórshavn, MEST Skála, MEST Vestmanna og MEST Runavík. Høvuðsarbeiðsøkið umfatar at smíða, umbyggja og umvæla skip í Havn, á Skála og í Vestmanna. Á deildini í Runavík verður arbeitt við at framleiða vørur úr rustfríum stáli og tænastum í hesum sambandi. MEST ger eisini ymisk arbeiði á landi. Yvir 300 starvsfólk eru knýtt at virkseminum hjá MEST her á landi, og eini 50 hjá dóttirfelagnum, PAM Offshore Service, í Noregi. Øll hesi fólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulik, timbur og máling. Eisini selur fyritøkan eykalutir, umboðar ymiska útgerð og veitir tænastur við togarum og kranum.
(Kelda: www.mest.fo)
---------
Fimm skjótir spurningar til samskiparan
Kristianna Winther Poulsen er vegna Atlanticon samskipari fyri EMS-Light verkætlanini í Føroyum. Vit hava sett henni fimm stuttar spurningar um tiltakið og føroysku luttøkuna
Hvat vildi myndugleikin upprunaliga,, at EMS-Light skuldi leiða til?
EMS light-Nordic er ein norðurlendsk verkætlan (undir Norðurlandaráðnum), sum miðjar ímóti at stuðla burðardyggari menning í teim smáu samfeløgunum í norðurlondum. Høvuðsendamálið fyri verkætlanini er at økja um støðið á verjuni av umhvørvinum og kappingarførinum hjá teim smáu og miðalstóru virkjunum.
Hvar byrjaði prátið um EMS-Light?
Ein minni verkætlan varð gjørd fyri at kanna, um tørvur var á eini umhvørvisskipan sum EMS-Light Nordic í Fø, Ísl. Og Álandi. Og tað vísti seg, at tað var tað.
Nær blivu føroyskar fyritøkur virknar í verkætlanina?
Í Føroyum byrjaði EMS-Light Nordic tíðliga í 2007. Í mai 2007 var ein byrjanarverkstova hildin. Onkrar fyritøkur eru komnar við í verkætlanina seinni.
Fáa fyritøkurnar nakað ítøkiligt stempul ella prógv?
Hetta er ein spurningur um fígging frá Norðurlandaráðnum. Tað er ikki endaliga avgjørt enn, um verkætlanin endar við, at luttakandi fyritøkurnar fáa eitt umhvørvisstempul.
Hvørjar skipanir/umhvørvisstempul kunnu fyritøkurnar arbeiða fram ímóti, tá ið hendan verkætlanin er liðug?
ISO 14001 er tann mest nærliggjandi skipanin, sum fyritøkurnar framhaldandi kunnu arbeiða fram ímóti, um ynski er um tað. Hvussu nógv er eftir á mál, tá ið fyritøkurnar hava implementerað EMS-Light Nordic, veldst um, hvussu nógv tær hava gjørt við EMS-Light Nordic. Um tær hava gjørt nógv við at implementera hesa skipan, er munurin ikki so stórur.
Meira kunning um EMS-Light fæst á www.ems-light.org