Mest skal byggja nýggjan bát til Bakkafrost

Føroyska skipasmiðjan vann kapping um grønan alibát

Tað gjørdist MEST, ið vann kappingina um at byggja ein grønan alibát til Bakkafrost.

Vinnara uppskotið hjá Mest er ein tvíkilja, sum burturav nýtir elorku, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur staðið fyri kappingini.

Kappingin varð útskrivað sum partur av einari størri verkætlan Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava tikið stig til, og sum snýr seg um at finna orkuloysnir til fjarløgd øki eins og Føroyar, sum mugu framleiða og nýta sína grønu orku sjálvi, og ikki eru við í elkervinum á evropeiska meginlandinum.

Hildið varð, at serliga alibátar egna seg væl til at brúka grønar orkukeldur ístaðin fyri olju, og tí varð føroyska alivinnan tikin upp í part, og gjørt varð av, at Bakkafrost skuldi luttaka vegna vinnuna.

Í summar varð lýst eftir boðum at tekna og lata grøna bátin gera, og inn komu fýra uppskot, sum ein faklig metingarnevnd hevur viðgjørt.

– Sum heild kann sigast, at fyritøkurnar hava lagt eitt stórt arbeiði í at nýhugsa, hvussu ein alibátur kann fáast at virka uttan at brúka olju, og hava fingið sær royndir, sum eru virðismiklar fyri vinnuna, sigur Umhvørvisstovan.

– Við í hugskotinum er, at báturin fyri tað mesta arbeiðir um dagin og kann liggja stillur og løða um náttina, tá nógv grøn elorka ofta er tøk. Tí er alibáturin við til at gagnnýta vind- og vatnorku betur, sigur Umhvørvisstovan.