Í 1982 gjørdi amerikanski rockbólkurin Metallica eina demo, sum teir kallaðu No Life ’Til Leather og sum varð framleidd sum kasettuband.
Nú 34 ár seinni verður bandið givið út av nýggjum í sambandi við dagin, tey kalla Record Store Day – tað er altjóða dagur fyri tónleikahandlar.
Nýggja kassettubandið verður útgivið í avmarkaðum upplagi og verður tøkt 18. apríl.
Í summar verða fleiri av teimum upptøkunum við á einari fløgu- og plátuútgávu hjá Metallica, sum savnar tónleik frá fyrsta tíðarskeiðnum hjá Metallica.
Men skalt tú tryggja tær eitt retro-kassettuband við Metallica, skalt tú liggja framvið 18. apríl.