Metár fyri tónleikaútflutning

Ongantíð áður er so nógvur føroyskur tónleikur seldur uttanlands. Stovnarin av Tutl Kristian Blak fegnast um, at professionalisering gevur avkast.

Ongantíð áður er so nógvur føroyskur tónleikur seldur uttanlands. Stovnarin av Tutl Kristian Blak fegnast um, at professionalisering gevur avkast.

Tað er serliga í Týsklandi, Eysturíki og Sveits, at føroysk tónleikasøla er í vøkstri. Hetta er størsti tónleikamarknaðurin í Evropa, og gjørdist sølan í fjør av føroyskum útgávum metstór her.

Talan var um fleiri enn 100 konsertir við føroyskum listafólkum og góðari flögusølu hjá eitt nú Eivør og Hamferð, ið samanlagt útfluttu meira enn 3500 plátur til GSA-økið vetrarmánaðirnar í 2013.

Ein orsøk til viðgongdina er at plátufelagið TUTL hevur styrkt altjóða virksemið hjá sær við m.a. síðani 2012 at útveita altjóða partin av plátufelagsvirkseminum, samstundis sum TUTL stovnaði eina managementdeild.

Bæði managementvirksemið og altjóða plátufelagsvirksemið er útveitt til umboðsstovuna, FACTORY 92, ið hevur sæti í Týsklandi. Síðani eru gjørdar altjóða útbýtisavtalur við Believe Digital, ið fevnir um talgilda sølu á netinum og Cargo Records, ið fevnir um fysiska sølu til handlarnar. Harumframt eru gjørdar samstarvsavtalur við ymisk virkir, so sum bookingagentar, ið skipa fyri konsertferðum, og PR feløg, ið marknaðarføra konsertir og útgávur.

Stovnarin av TUTL, Kristian Blak sigur soleiðis: ”Vit síggja nú at professionaliseringin av okkara virksemi í útlandinum byrjar at geva ávøkstur. Tað er sera hugaligt at kunna byrja beinleiðis at máta úrslit av íleggingum í hetta arbeiðið.”