Koppseting móti koronu bjargaði milliónum í Evropa

Føroysku tølini eru ikki roknað út enn, men koronustøðan í Føroyum líktist nógv støðuni í Danmark, Noreg og Íslandi, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.

 

Tyra Grove Krause á statusdagføring um covid-19 í 2022. WHO hevur givið eina meting av, hvussu stór lívbjargandi ávirkanin av covid-koppsetingini hevur verið. (Skjalasavnsmynd). - Mynd: Filip Davali/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Korona-koppsetingin hevur bjargað túsundtals mannalívum í Danmark, skrivar Statens Serums Institutt, SSI. 

 

Korona er helst fjald langt burturi í huganum hjá flestu okkara, men vísindafólk hava ikki slept heimsfarsóttini.

 

Ein nýggj kanning frá WHO/Evropa er júst komin, sum vísir, at 17.000 donsk lív eru bjargað av koronu-koppsetingini. Av teimum eru 16.400 mett at vera yvir 60 ár.

Hetta skrivar Statens Serum Institut (SSI) í tíðindaskrivi í dag.

Sambært kanningini hevur koppsetingin í tíðarskeiðnum frá desember 2020 til mars 2023 minkað um deyðstølini orsakað av koronu við minst 59 prosentum á evropeiskum støði.

Hetta merkir, at koppsetingin hevur bjargað 1,6 milliónum mannalívum um alt Evropa, sigur stjórin á SSI, Tyra Grove Krause.

Sambært henni er korona "avgjørt" ikki nakað yngri, frísk fólk skulu stúra fyri. Hvørki nú ella í nærmastu framtíðini.

- Vit hava havt eina massiva smittuspjaðing gjøgnum summarið, og tó hava vit ikki upplivað, at heilsuverkið er overvað ella at fleiri enn vanligt eru deyð, sigur Tyra Grove Krause.

Viðbrekin og eldri fólk fáa tilboð um dagførda koppseting í heyst.

Tølini frá WHO eru ein meting, og óvissa er knýtt at útrokningunum.

Sambært Tyru Grove Krause kemst hetta av, at viðhvørt hava verið nógvar kanningar, og nøkur fólk eru deyð við koronu og ikki av koronu.

Talið av fólki, sum eru smittað við koronu, hevur verið fallandi gjøgnum summarið og heldur fram við at minka.

Tað er væntanin frá SSI, at niðurgongdin heldur fram. Vandi er tó fyri nýggjari bylgju, tá veturin nærkast.

- Er tað eitt nýtt brigdi, sum er ført fyri at smitta, so fáa vit eisini bylgju um veturin. Hvussu stór hon verður ber ikki til at siga nú, men væntandi verður smitta í vetur, segði Bolette Søborg, yvirlækni og sektiónsleiðari á SSI, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum sigur við in.fo, at tey enn ikki hava roknað tølini út fyri fyri Føroyar. Av tí at Heilsustýrið er ein nýggjur stovnur, sum er settur á stovn aftan á koronutíðina, so mugu tey fáa tølini frá Landslæknanum, sum er í feriu hesa vikuna. Men hann sigur tó, at støðan í Danmark, Noreg, Íslandi og í Føroyum í koronutíðini líktist nógv, so hugsandi er, at vit liggja á sama støði sum í Danmark – tað vil siga, at talið av bjargaðum av koppsetingini liggur um tey 170.

 

20 fólk doyðu í Føroyum av koronu. Bjarni á Steig leggur tó dent á, at hann ikki hevur hug at gera viðmerkinga upp á donsk hagtøl.

 

– Eg vil sleppa at viðmerkja føroysku hagtølini. So skjótt sum vit hava fingið tilfarið frá Landslæknanum, so fara vit at rokna tað út, sigur hann.

 

 

 

Tyra Grove Krause á statusdagføring um covid-19 í 2022. WHO hevur givið eina meting av, hvussu stór lívbjargandi ávirkanin av covid-koppsetingini hevur verið. (Skjalasavnsmynd). - Mynd: Filip Davali/Ritzau Scanpix