Metroknskapur hjá Trygd

Tað er ikki bara Føroya Banki, sum gongur ímóti streyminum í hesum fíggjarkrepputíðum. Eisini Trygd, sum Føroya Banki eigur, klárar seg væl Tryggingarfelagið Trygd hevði eitt gott úrslit í fjør. Avlopið áðrenn skatt var 11.5 milliónir krónur, sum er ein vøkstur upp á 11 prosent í mun til árið fyri.

Minni rakstrarkostanaður ger munin, sigur leiðslan í Trygd. Í 2007 var hesin kostnaður 26,8 milliónir krónur, meðan hann í fjør var lækkaður til knappar 19 milliónir. Felagið hækkaði í summar tryggingagjøldini nokk so fitt, og tað hevur eisini sagt nøkrum fólkum úr starvi.

Árið 2008 byrjaði annars ikki so væl hjá felagnum, sum mátti betala nógvar tryggingarskaðar í sambandi við ódnarveðrini í januar og februar. Men restin av árini hilnaðist somikið væl, at tá samanumkom, stóðu góðar 9,4 milliónir krónur á botnlinjuni eftir at skattur var goldin.

Eigararnir av Trygd hava avgjørt, nú felagið hevur fingið fylt sær pengakistuna væl upp, a betala sær sjálvum eitt lutfalsliga stórt vinningsbýti. Føroya Banki, sum eigur allan partapeningin í Trygd, fær 24 milliónir krónur í vinningsbýti fyri 2008.

Eginognin í Trygd er í dag 70,7 milliónir krónur.

Fyri 2009 væntar leiðslan eitt úrslit, ið líkist nógv tí í ár, tí sera lítil húsasøla og bilasøla er í løtuni. Einasti vøksturin kann verða, um teir fáa størri marknaðarpart.