Í øllum førum í Danmark, har 2,3 milliónir smáar eindir av nasaspreyi vóru seldar í fjør. Hetta er størsta mongd, sum er máld, síðani Apotekarafelagið fór at gera yvirlit yvir søluna fyri 15 árum síðani. Ein orsøk til, at sølan er so nógv vaksin skal vera, at í 2001 gjørdist tað lógligt at selja nasasprey í kioskum og øðrum handlum, og síðani tá er sølan vaksin við 37 prosentum. Ein farmaceutur í Apotekarfelagnum ávarar tó ímóti at brúka ov nógv nasasprey.
- Tá tú ert forkølaður, hovnar slímhindin í nøsuni. Brúkar tú nasasprey, so fellir slímhindin aftur, so tú betur fært anda. Men brúkar tú nasaspreyið ov ofta og ov nógv, hendir tað mótsatta, nevniliga at slímhindin hovnar, og tað er ein trupulleiki, sum kann verða ringur at sleppa av við aftur, sigur Helle Jacobsgaard við Politiken.