Metstór rúsevnasmugling við Norrønu

Løgreglan í Íslandi hevur tikið tvær týskar kvinnur, sum høvdu fjalt eina stóra nøgd av rúsevninum amfetamin í bilinum, sum tær høvdu. Tær báðar kvinnurnar vórðu tiknar tann 17. juni, tá tær komu til Íslands við Norrønu, men ikki fyrr enn í dag kunnaði løgreglan almenningin um handtøkurnar.

Løgreglan fann 20 litrar av flótandi amfetamini í bilinum, og tað er nóg mikið til at gera 21,3 kilo av reinum amfetaminsulfati ella minst 264 kilo av amfetamini.

Íslendska løgreglan sigur, at hetta er nógv tann størsta nøgdin av amfetamini, sum løgreglan nakrantíð hevur lagt hald á. Nøgdin er millum tríggjar og fimm ferðir størri enn tann higartil størsti amfetaminfongurin, sigur løgreglan.

Tær báðar týsku kvinnurnar, sum eru í 40´árunum, høvdu eitt fimm ára gamalt barn við sær, tá tær komu til Íslaands. Barnið er nú hjá skyldfólki.