Samanborin við allar undanfarnar jazzfestivalir, er Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur 2001, meira enn tvífalt so stórur. Útivið 200 tónleikarar fara at undirhalda og bergtaka á meira enn 50 konsertum. Og av teimum er umleið helvtin føroyskir luttakarar. M.o. Eivør Pálsdóttir. Av teimum útlendsku er Niels Henning Ørsted-Pedersen kendastur.
Fesivalurin í ár er eisini meira ein festivalur, enn tað vit hava upplivað hini árin. Nærum alt fór fram í Norðurlandahúsinum, meðan fáir tónar hoyrdust úr sjálvum býnum. Í ár er Norðurlandahúsið høvuðskarmur um eitt av kvøldunum, meðan tað annars verður spælt úr øllum herðashornum í Tórshavn.
Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur 2001 verður hildin í døgunum frá 3. til 8. juli.
Tá Norðurlandahúsið valdi Listastastevnuna til høvuðsfestival í ár, gjørdu teir sum fyrireika Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festival av at royna nakað heilt annað. Og kanska er tað soleiðis, at vit fyrst nú kunnu kallað Jazzfestivalin ein rættan festival. Tí ikki fyrr enn í ár verður býurin í stóran mun merktur av tí jazzi, bluesi, rokki, fólka- og gospeltónleiki, sum Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur altíð hevur á skránni.
Spælistøðini verða Gongugøtan, FK. Gongugøtan, Vaglið. Vesturkirkjan. Listaskálin. Norðurlandahúsið. Hotel Hafnia. Gamla Meiaríið. Sjónleikarhúsið. PLATFORM. Dómkirkjan. Og haraftrat verður spælt á Hotel Vágum, umborð á Norðlýsinum í samband við útferðir, og í Festival Klubbanum.
Lagt eigur at verða merkis, at ein rættiliga stórur partur av konsertunum eru ókeypis.
Eitt sindur
fyri tey flestu
Skráin er løgd soleiðis til rættis, at tú kanst fara frá einum tiltaki til annað, uttan at verða fyri nøkrum stórvegis missi. Tú kanst t.d. byrja festivaldagin við einum túri í Gongugøtuni, Listaskálanum, í kirkju, ella til undirhald í samband við innkeyp hjá FK í Hoyvík. Síðani kanst tú fara í Gamla Meiaríið og Sjónleikarhúsið. Og enda kvøldið í PLATFORM og Festival Klubbanum. Eisini ber til at fara á Hotel Hafnia til ein góða bita og festivalundirhald. Mikukvøldið verða tey stóru tiltøkini í Norðurlandahúsinum. 3. og 8. juli er Concert Grotto konsert, sum Norðlýsið siglir teg til. Og 3. juli er áhugavert undirhald á Hotel Vágum.
Tónleikaliga fevnir Jazzfestivalurin víða. Nógvastaðni verða tónar spældir, sum øllum dáma at hoyra, s.s. stillan swing jazz, fólkatónleik, blokkfloytutónar, og bassspæl við heimsins besta jazzbassspælara. Onnur tiltøk innihalda rokk-, popp-og blues tónleik. Og aftur onnur eru fyri tey, sum dáma serlig tónleikasløg.
Føroyski parturin fjøltáttaður
Av teimum 28 samsansetingum eru 14 føroyskar. Og føroyingarnir fara neyvan at smæðast burtur.
Fyrst kunnu vit nevna eitt petti av ?framtíðini?. Faroe Teens (14 ár og yngri) er annar av bólkunum frá Pop Top konsertini, sum tekur lut á Jazzfestivalinum. Og sagt verður, at hann er sera framkomin. Brandur Enni syngur. Og sjálvdan er tað sætt, at ein so ungur maður kann skifta dur klokkureint mitt í einum sangi.
Tann 17 ára gamla Eivør Pálsdóttir stillar upp saman við restini av manningini í Clickhaze. Tey vunnu Prix Føroyar 2001.
Ung Stjørnuskot er annar spennandi ungdómsbólkur. Tey ungu telja 30 sangarar, umframt tónleikarar frá Musikkskúlanum, sum Bo Isholm hevur vant.
Annað ungdómskent eru Jassararnir, ið fyri seinastu ferð spæla við núverandi samanseting.
Men hyggja vit nærri, er nógv føroyskt við, sum borgar fyri rutineraðum spæli og sangi. Edvard Nyholm Debes og aðrar góðar kreftir spæla tónleik fra Debazz útgávuni.
Malan Thomsen Band spælir popp frá hennara sera vælumtóktu útgávu.
Á brassøkinium er eisini Tórshavnar Saxofon Kvartett; Hans Petur í Brekkunum, Mads Hoydal, Mortan Zachariassen, og Eirikur Skála. Talan er um alt frá løgum sum Alley Cat til meira modernaðan tónleik.
Gunnar Guttesen Band og blues-bólkin TEIR, spæla í gamla Meiaríið saman við eitt orkestur, sum er mannaður við konservatoriinæmingum úr Danmark.
Unn Patursson er eitt tað mest aktuella rokk/poppnavnið, ið saman við bólki sínum bjóðar tónleik fra sermerktu útgávuni Gloymska Við Grape.
Og fiól/klaver-duettin Grapelli Swing Jazz spælir i matstovuni á Hotel Hafnia. Nikolaus Kapnas og Stamen Stanchev fara at undirhalda teimum etandi festivalgestunum við løttum løgum sum Tea For Two o.ø.
Útlandið eisini væl við
Bassspælarin Niels Henning Ørsted-Pedersen er oddafiskur, tá vit nú umrøða útlendsku luttakararnar. Sjálvdan hevur heimurin sæð ein betri tónleikara. Og NHØP spælir mikukvøldið í Norðurlandahúsinum saman við klaverspælaranum Ole Kock Hansen. Teir spæla tónleik við rót í jazzi og norðurlendskum tónleiki.
Gospelbólkurin PRAISE hevur ein songkvinnu, sum oftani hevur sungið saman við Ettu Cameron. Sama fer eisini at traðka upp við Ungum Stjørnuskotum.
Pia Dahl og Bo Isholm spæla blokkfloytu og gittar. Bo Isholm er dani av føroyskari ætt, og hann býr í Havn. Pia Dahl hevur havt teir somu undirvísararnir sum Michala Petri, so tað átti at borga fyri dygd. Pia Dahl hevur eisini gjørt eina fløgu við blokkfloytutónleiki.
Frá musikkskúlanum Ledøje Smørum, DK, vitja tríggjar ymsar samansetingar. Bæði eitt Big Band, eitt hamoniorkestur, og PWCIM Rock?n Soul Band.
Hans Ulrik Quintet, ella Hans Ulrik JAZZ-MAMBO, hevur leiðaran og saxofonistin Hans Ulrik, sum hevur fingið nógvar virðirlønir. T.d. í 1999 og 2000 fyri ársins útgávu.
Jens Nørholms Orange Jazz Family spælir standardjazz í nýtímans búnað.
Úr Íslandi vitjar KK. Kristján Kristjánsson hevur fyrr spælt í Føroyum. T.d. varð tilfarið til útgávuna Hotel Föroyar skrivað í Havn í samband við framførslu á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivali.
Ein sera evnaríkur jazzbólkur kemur úr Finnlandi. Markku Rinta-Pollari er bæði navnið á bólkinum og leiðaranum. Hugsa vit um jazzdygdir burturav, hevur Finnland lagt nógv lond afturum seg. Tað kunnu vit uppliva á Gamla Meiaríi. Og í hellinum í Hesti.
Hósdagin byrjar atgongumerkjasølan
Til Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivalur byrjar 3. juli, fer Sosialurin regluliga at skriva um ymsu tiltøkini. Fleiri nøvn eru ikki nevnd hesaferð, og øðrum mugu vit bara sleppa at greiða tykkum nærri frá.
Atgongumerkini verða frá hósdegnum, 21.06.01, seld i Kunnningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Eisini er tað hósdagin, at skráin fyri Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festival 2001 verður prentað í bløðini.