Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, er í morgun á NATO-fundi um Eystrasalt í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.
Á skránni er millum annað handfaringin av sonevnda russiska skuggaflotanum í Eystrasalti.
- Eg stúri fyri skuggaflotanum. Hetta er ein máti hjá Russlandi at halda fram við krígnum í Evropa, sigur Mette Frederiksen í stuttari fráboðan.
Skipini í skuggaflotanum verða hildin at umganga altjóða revsitiltøk móti Russlandi við at senda russiskar vørur uttan at sigla undir russiskum flaggi.
Mette Frederiksen sigur víðari, at Danmark hevur "ein serligan áhuga og eina serliga ábyrgd".
Hon nevnir, at nú skal hyggjast eftir nýggjum leiðum at handfara skuggaflotan, og at hetta kann fevna um at hyggja upp á tryggingarpappírini hjá skipunum.
Í desember boðaði danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen frá á sosiala miðlinum X, at Danmark framyvir fer at "biðja skip í okkara sjógvi um at upp síni tryggingarprógv".
Á NATO-fundinum luttaka ríkis- og stjórnarleiðarar í NATO-londunum í Eystrasalti.
Trygdin í Eystrasalti er stóra málið - eitt nú hvussu vit betur kunnu verja kritiskt undirstøðukervi á havbotninum.
- Eg eri sjálvandi sera stúrin um støðuna í Eystrasalti, og eg eri eisini stúrin um støðuna í Ukraina, og tí er hesin fundurin ógvuliga týdningarmikil, sigur Mette Frederiksen.
- Vit hava brúk fyri at samstarva tættari, og eg eri sera fegin um, at NATO nú er beinleiðis við.
Uttanríkisráðharrin í Finnlandi, Elina Valtonen, boðaði fríggjadagin frá, at NATO økir um sína nærveru í Eystrasalti við tveimum skipum orsakað av fleiri kaðalbrotum um jólini.
25. desember fekk streymkaðalin Estlink 2, sum gongur í Eystrasalti millum Finnland og Estland, skaða. Fleiri datakaðlar vórðu eisini skaddir.
Tangaskipið "Eagle S" var skjótt undir illgruna fyri at hava verið við.
Skipið sigldi jólanátt úr Sankta Pætursborg og víðari í Eystrasalt.
Illgrunin móti "Eagle S" kom, tí tangaskipið sigldi framvið teimum støðum, har kaðalbrotini seinni vórðu funnin. Finnland hevur illgruna um, at skipið er partur av skuggaflotanum hjá Russlandi.
/Ritzau/