Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru samanlagt 22,1 kilometrar langir. Verkætlanin við Suðuroyartunlinum minnir í vavi nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum.

Mettur kostnaður fyri Suðuroyartunnil er 3,4 miljardir

- Váðametingar, forprojekt og kostnaðarmeting fyri Suðuroyartunnilin eru liðug, siga Teitur Samuelsen, stjóri og Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Suðuroyartunlinum.

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru samanlagt 22,1 kilometrar langir. Verkætlanin við Suðuroyartunlinum minnir í vavi nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum.

P/F Suðuroyartunnilin hevur í dag lagt fram kostnaðarmeting og forprojekt fyri løgmanni og politiska fylgibólkinum.

 

- Í politiska fylgibólkinum eru umboð úr øllum flokkum á tingi. Í stuttum er talan um ein Suðuroyartunnil úr Djúpadali á Sandoynni til Sandvíkar við vegaføringum og einum nýggjum tunli millum Sandvík og Hvalba við tilhoyrandi vegum. 

 

Teitur Samuelsen, stjóri og Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Suðuroyartunlinum, siga, at metti kostnaðurin fyri sjálvan Suðuroyartunnilin er 3,4 miljardir krónur og fyri vegagerð og Sandvíkartunnil 0,4 miljardir - ella tilsamans 3,8 miljardir krónur.

 

- Har til er ein møgulig serlig atgongd upp í Skúvoy mett at kosta umleið 0,2 miljardir.

 

Stjóri og nevndarformaður siga, at forprojektið er gjørt av Landsbyggifelagnum og Norconsult, og kostnaðarmetingin byggir á seinastu prísir og metingar fyri slíkar verkætlanir í Noregi og í Føroyum. Metingin byggir á 2023-prísir.

 

- Tvær váðametingar eru eisini gjørdar fyri verkætlanina. Ein fyri, hvussu ein slíkur tunnil kann byggjast og ein viðvíkjandi trygdini í einum slíkum tunli, tá hann er tikin í nýtslu. Metingin er, at Suðuroyartunnilin kann gerast við nøkrum eyka trygdartiltøkum í mun til Sandoyartunnilin.

 

Lagt verður aftrat, at ætlanin er, at Suðuroyartunnilin kemur at líkjast nógv Sandoyartunlinum í sniði og verður 22,8 kilometrar langur.

 

- Til samanberingar eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt 22,1 kilometrar langir. Verkætlanin við Suðuroyartunlinum minnir í vavi tí nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum.

 

Teitur Samuelsen og Bergur Poulsen siga, at Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kostaðu 2,6 miljardir krónur í 2019 prísum.

 

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru samanlagt 22,1 kilometrar langir. Verkætlanin við Suðuroyartunlinum minnir í vavi nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum.