Evnið í ár snýr seg um, hvussu Føroyar kunnu fyrireika seg á besta hátt áðrenn farið verður inn í komandi øld við ella uttan fullveldi og hvussu Føroyar, í kapping við onnur lond, best kunnu skilja seg burturúr til frama fyri føroyska samfelagið.
Lestrarstevnan hevur til endamáls at lýsa hugsanirnar og visiónirnar hjá nøkrum av fremstu fólkum landsins, í vón um, at nakrir av spurningunum sum tey lesandi og almenningurin annars sita inni við, viðvíkjandi Føroya framtíð, verða svaraðir.
MFS-lestrarstevnan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. juli 1999, kl. 14.00-19.00.
Skráin:
Kl. 14.00 Jóannes Dalsgaard frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum hugleiðir m.a. um týdningin av útbúnum fólki, ætlanir um framhaldsútbúgvinar í Føroyum v.m.. Orðaskifti verður aftaná
Kl. 15.00 Kjartan L. Kristiansen, menningarstjóri, hugleiðir um útbúgving
? leiðin til nýhugsan ella vanahugsan.
Aftaná verður orðaskifti.
Kl. 16.00 Pallborðsfundur undir heitinum: ?Lykilin til ár 2000?
Luttakararnir við pallborðið siga frá teirra hugsanum, visiónum og framtíðarætlanum og hvat teir meta at Føroyar og Føroya ungdómur eiga at hava í huganum tá ið hurðin til ár 2000 skal latast upp, til frama fyri Føroyar.
Luttakarar við pallborðið:
Pal Weihe, læknastjóri, Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, Niels Christian Nolsøe, Elektron, Petur Joensen, Oljufyrisitingin og umboð fyri fiskivinnuna.
Orðstýrari verður Ólavur Ellefsen, VIT
Meginfelag Føroyskra Studenta vil hervið bjóða tykkum á lestrarstevnu í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. juli 1999.
Við vón um góða undirtøku
Meginfelag Føroyskra Studenta