MFS mótmælir skerjingum á Fróðskaparsetrinum

MFS mótmælir í skrivi skerjingunum av Fróðskaparsetrinum. - ?Ikki í tráð við samgonguskjalið? og ?tit velja at senda ungdómin av landinum? stendur millum annað í skrivinum MFS skrivar m.a. soleiðis í mótmælinum

Góðu landsstýri, løgting ? samgonga, andstøða.

MFS vil við hesum inniliga heita á tykkum um ikki at skerja fíggingina til Fróðskaparsetur Føroya. Skerjingarnar fara at hava katastrofalar avleiðingar fyri virksemið á setrinum og eru als ikki í trá við samgonguskjalið, sum sigur seg vilja raðfesta útbúgving og gransking.

Vit kunnu ikki góðtaka, at núverandi játtan verður mett at vera nøktandi fyri raksturin á setrinum.

Vit mótmala av tí allar harðasta, at politikararnir eitt nú velja at:

? Lata søgu og samfelagsdeildina reka fyri vág og vind.

? Leggja niður í øllum førum 9 størv, sum setrið við bit og slit hevur fingið sett. Millum hesar uppsagnir koma óivað at verða nógv høgt kvalifiserað og eisini útlendsk vísindafólk, sum hava verið ígjøgnum eina tunga metingartilgongd. Skulu tey sigast upp, er tað skaðiligt fyri alt umdømi okkara.

? Niðurleggja útbúgvingina Master í lóg ella avtaka útbúgvingarnar í samfelagsfrøði, sum eru tær best umtóktu á setrinum, tá tað ræður um umsøkjarar

Góðu politikarar; við hesari skerjing hava tit valt, at føroyski ungdómurin ikki skal hava góðar møguleikar at taka ein útbúgving í Føroyum. Tit velja at senda ungdómin av landinum. Tit velja at niðurprioritera vitan og gransking. Tit velja at vísa, at Føroyar eru eitt samfelag við óstøðugari politiskari leiðslu, tí hetta var ikki tað, sum var lovað setrinum fyri hálvum ári síðan. Tit velja ikki at raðfesta føroyska lógargransking og lógarmenning.