Á myndini sæst til dømis at um vit økja miðalferðina við 10 km/t, so:
* økist talið á teimum deyðu 50%
* økist talið á teimum skaddu 38%
* økist talið á vanlukkum 22%
Kurvarnar á hesi myndini eru úrslit av nógvum royndum og kanningum av bygdavegum, sum gjørdar eru í Svøríki og øðrum londum. Lagt kann verða afturat, at royndir, sum m.a. eru gjørdar í Danmark og USA, staðfesta, at henda kurvin er álítandi.