Miðflokkurin handað 18 punkt til løgmann

Miðflokkurin hevur handað løgmanni 18 punkt, sum Miðflokkurin vil hava við í eina nýggja samgongu

Samband hevur verið millum samgonguna og Miðflokkin seinastu vikuna. Og nú váttar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum fyri Kringvarpinum, at flokkurin hevur handað løgmanni eitt skjal við 18 punktum fyri, hvat Miðflokkurin vil hava í eitt nýtt samgonguskjal. 

 

 

 

Jenis av Rana vil tó ikki vera stuðulsflokkur hjá samgonguni, men vil einans samráðast, um man er sinnaður at gera eina nýggja samgongu við nýggjum samgonguskjalið. 

 

 

 

Í vikuni var so ein fundur millum samgonguleiðararnar og Jenis av Rana og Bill Justinussen. Og baklandið hjá Miðflokkinum hevur eisini umrøtt støðuna. Nú hevur Miðflokkurin so handað løgmanni eitt skriv við 18 punktum um, hvat man vil hava. Jenis av Rana segði við Kringvarpið í dag, at hann væntar eitt svar frá løgmanni um vikuskiftið.