Miðflokkurin verður ikki við í »avlátsferðini« til Danmarkar

– Miðflokkurin verður ikki við í fráboðaðu "avlátsferðini" til Danmarkar, men vil fegin til arbeiðis aftur í Løgtinginum.

Tað sigur Jenis av Rana, sum hevur sent út almenna fráboðan:

»Bæði in.fo og kringvarpið vistu í gjár at siga, at "nú er so avgjørt, at ein nevnd, við einum umboði úr hvørjum flokki, fer til Danmarkar 25. juni at vitja bæði Novo Nordisk, og eina diabetismiðstøð hjá grunninum".

Vit í Miðflokkinum kenna einki til hesa "avgerð", sum flokkurin heldur ikki ynskir at vera partur av! Talan er óivað um enn eina løgna flyting í desperata leikinum hjá Landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sum nú í 364 dagar skammleys hevur runnið undan tilboðnum frá NovoNordisk og øðrum donskum grunnum.

Skilabetri og nógv lættari hevði verið, um landsstýriskvinnan játtaði mistakið, hon gjørdi, tá hon, upp á ryggin á føroyingum, frískum sum sjúkum, boðaði frá, at heilsu- og innlendismálaráðið ikki ynskti nakað samstarv við Novo Nordisk grunnin- (sí svarið niðanfyri). Eitt samstarv, sum, sambært fremstu føroysku granskarum á økinum, vildi lyft alla heilsugransking okkara upp á eitt heilt annað støði.

Ístaðin fyri hendan seinasta leikin, átti samgongan at lagt frá sær, so eitt annað landsstýri kundi farið til verka og loyst hetta málið, og øll hini 57 málini, sum enn liggja og firnast í løgtingsnevndum. At vera partur av einari samgongu, ið hvørki fær tikið seg saman at avgreiða væl og virðiliga íligin mál, tíansheldur at skriva út val, má kennast pínligt!«, skrivar Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.

 

Hann sendir eisini við skrivið, sum Heilsu- og innlendismálaráðið sendi til NovoNordisk grunnin 23. november í fjør.

 

 

Kære Jannik Hilsted

På vegne af Heilsu- og innlendismálaráðið vil jeg takke for den interesse, som Novo Nordisk Fonden har udvist i forbindelse med en eventuel indgåelse af samarbejde med det færøske sundhedsvæsen vedrørende diabetesbehandling.

Siden vores møde den 14. juni 2018 har Heilsu- og innlendismálaráðið drøftet forslaget om et muligt samarbejde i henhold til vores fremtidige planer for patientbehandlinger på Færøerne.

På baggrund af disse drøftelser skal jeg hermed meddele, at Heilsu- og innlendismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.

Med venlig hilsen

"navn aðalstjórans"