POLITIKKUR
Miðflokkurin hevur lagt tvinni uppskot fram á tingborð, tá ið tingið kemur saman á ólavsøku.
Annað snýr seg um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum, og hitt er um hækking í grundupphæddini til fólkapensjón.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur, at flokkurin hevur fingið áheitan frá Havnar Arbeiðsmannafelag um at gera okkurt við støðuna hjá teimum, sum missa løn, tá børnini eru sjúk, tí júst Havnar Arbeiðsmannafelag hevur limir, sum arbeiða avikavist í bæði tí almenna og privata sektorinum.
Jenis av Rana vísir á, at sømdirnar hjá teimum í almennum størvum eru munandi betri á hesum økinum. Hann sigur, at hetta er eitt beinleiðis átak frá almennari síðu, og tí ynskir fakfelagið eisini, at hinir limir felagsins, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevarum, skulu sleppa at vera heima við løn hjá børnunum, um tey eru sjúk.
Ikki roknað út enn
Jenis av Rana viðgongur, at Miðflokkurin ikki hevur roknað út, hvussu nógv hetta fer at kosta, men hann vísir á, at hetta er eitt uppskot til samtyktar. Tvs. at Miðflokkurin heitir á Landsstýrið um at kanna, hvussu man við lóg kann tryggja øllum arbeiðstakarum eins rætt til løn, tá tey eru heima hjá sjúkum børnum, og at leggja fram løgtingslógaruppskot við hesum endamáli, sum tað verður orðað í uppskotinum. Støða er heldur ikki tikin til, um arbeiðsgevararnir skulu gjalda hesa løn til fólk, hvørs børn eru sjúk, ella um hetta skal skipast sum ein almenn veiting. Hetta skal verða ein partur av kjakinum í tinginum, sigur Jenis av Rana.
Spurdur, um hann sum andstøðutingmaður væntar undirtøku í tinginum fyri uppskotinum, sigur Jenis av Rana, at mundurin á hesum økinum er so eyðsýndur, at tað roknar hann við.
Hinvegin viðgongur hann, at mangan kann vera frustrerandi, sum hann tekur til, at sita í andstøðu í Føroyum.
Í fleiri øðrum londum verður roynt at taka andstøðuna við í breiðar semjur, men hetta hevur ikki verið beinleiðis siðvenja at gera í Føroyum. Jenis av Rana nevnir uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um uppboðssølu av fiskiloyvum, sum herfyri varð jarðað, sum hann sigur, av umboðum úr øllum flokkum í samgonguni. Hinvegin nevnir Jenis av Rana avtøkuna av einarættinum hjá tí almenna at gera útvarp og sjónvarp og Løgtingsins umboðsmann, ið tað tó hevur eydnast Miðflokkinum at fáa samtykt, hóast hann var í andstøðu.
Fólkapensjónin hækka
Hitt málið, sum Miðflokkurin leggur fram fyri tingið á ólavsøku, er Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Ella við øðrum orðum verður skotið upp at hækka fólkapensjónina.
Longu 1. januar 2007 skal fólkapensjónin sambært uppskotinum hækka 2000 krónur um mánaðin fyri støk og 1500 krónur um mánaðin tann 1. januar 2008.
- Hetta er stórt sæð ikki annað, enn tað samgonguflokkarnir lovaðu, sigur Jenis av Rana.
Í mun til tað fyrra uppskotið um løn, tá ein er heima hjá sjúkum børnum, hevur Miðflokkurin roknað út, hvussu nógv eitt slíkt uppskot fer at kosta. 3 ár fram í tíðina hevði hetta kostað 200 milliónir tilsamans. Jenis av Rana, at tað er bert eitt stað, pengarnir kunnu koma, og tað er sjálvandi úr landskassanum. Men hann kallar hetta ein spurning um umskipan, og nevnir í sama viðbragdi, at Føroya banki herfyri valdi at geva landskassanum eitt eyka vinningsbýti áljoðandi 600 milliónir.
- Hetta hevði verið nóg mikið til at fíggja okkara uppskot 10 ár fram, sigur Jenis av Rana, ið leggur afturat, at stættamunurin er nógv størri í ellisárunum enn í teimum árunum, tá fólk eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Hann sigur, at hetta uppskotið ikki líkist tí, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen hevur tosað um í seinastuni, har nevnt hevur verið, at fólk skulu gjalda umleið 15 % til at fíggja pensjónina í ellisárum við, tí uppskotið hjá Miðflokkinum snýr seg um pensjón úr landskassanum.
Jenis av Rana metir heldur ikki, at Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin kann brúkast sum undanførsla, tí hesar pengarnar eiga fólk sjálv, sigur Jenis av Rana, ið heldur, at vit á pensjónsøkinum eru afturúrsigld í mun til okkara grannalond.
MYNDATEKSTUR
- Stættamunurin er nógv størri í ellisárunum enn í teimum árunum, tá fólk eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, sigur Jenis av Rana