Miðflokshugsanin tryggjar eisini ófødda barnið!

...... ein viðmerking til fosturtøkuhugsanir nýggju fólkafloksmanna.

... »Fólkaflokkurin eigur at ganga á odda við eitt nú fríari fosturtøku« - soleiðis ljóðar ein av boðskapunum, ið portalurin bar okkum frá landsfundi Fólkafloksins farna vikuskiftið. Ikki var talan um tilvildaligan landsfundarluttakara, men formann unga fólkafloksins, sum gav okkum innlit í tær hugsanir, sum hesi, sum um nøkur ár mynda flokkin, hava í huga at virka fyri.

Eitt hugsa samskifti við ófødda barnið.

Í miðdeplinum í fosturtøkuspurninginum finna vit ófødda barnið. Trygt og fjálgt búnast tað dag frá degi í fyribils bústaði tess, ávegis í tann spennandi heim, sum verður bústaðurin komandi árini, vónandi til lívið náttúrliga fjarar burtur. Ímynda tær, at vit fingu orð á barnið og greiddu frá, at ein deyðsvandi lúrdi áðrenn føðing, og at ikki var víst, at samfelagið vildi játta tí atgongd til lívið. Eg kann ikki ímynda mær tað undran, vantrúgv og ræðslu, barnið hevði møtt okkum við. »Jamen øll gleða seg til eg komi«. Væl havi eg hoyrt, at mamma og pápi stríðast við trupulleikar, men læknavísind og sosialu- og fíggjarligar skipanir fara jú at hjálpa teimum og mær, so har skuldi eingin trupulleiki verið. Og eg eri jú, eins og øll onnur, vart av rættartrygdini, sum øll framkomin lond veita borgarum sínum?


Hvussu ætlar fólkaflokkurin at samskifta við ófødda barnið?

At samskifta við ófødda barnið, sum omanfyri hugsað, ber jú ikki til- ella? Ivi mín kemst av ætlanum fólkafloksleiðarans, at: »fólkaflokkurin eigur at ganga á odda við eitt nú fríari fosturtøku«. Skal tað gerast, má høvuðspersónurin, hann sum fær atgongdina til lív sítt noktaða, væl spyrjast? Um barnið, sum eigur tað lív, ið skal steðgast, ikki verður spurt, so er jú ikki talan um fría fosturtøku? Letur tú onnur, politikkaran við sjúku lóg síni, læknan við brýndu samvitsku sínari ella foreldur við trupulleikum sínum ( sum sjálvandi skulu hjálpast! ) taka avgerðina, so er hon ikki frí longur, men kroyst niður yvir rætt barnsins til egið lív.

Óivað sjúkasta hugsan, sum nakrantíð er hugsað.

Tá hugsanin um at fara inn í móðurlív eftir ófødda barninum fyrstu ferð varð hugsað, var talan um hugsan, og harav avleidda gerð, sum átti at verið abortera í føðingini. Tíverri varð henda hugsan hinvegin fagnað, og lond efir lond fóru, ístaðin fyri at veita sperdum foreldrum neyðugu hjálpina, at brúka peningin at statsfíggja ógerðina.

Í framkomnu samfeløgum okkara eiga vit at taka hendur saman, veita mammun og foreldrum allan neyðugan stuðul og bjóða hvørjum einstøkum gitnum føringi, sum í dag búleikast í móðurlívi, vælkomnum ímillum okkum at verða!