Vegakervið
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Arbeiðið at betra um ferðslutrygdina á teininum frá Kollfjarðartunnlinum og til Havnar hevur nú verið í gongd í nøkur ár og verður ætlandi liðugt samstundis sum síðsti parturin av asfalteringin á teininum verður gjørdur.
Eitt av tiltøkunum at betra um ferðslutrygdina var at gera miðjaðara á teinunum frá rulluportrinum við Sandvíkarhjalla til rundkoyringina við vegin Langa. Miðjaðarin var gjørdur við tveimum miðstrípum við einari frástøðu á umleið ein metur, har tað vóru fresaðar rumlistrípur.
- Enn er ov tíðliga at eftirmeta ferðslutrygdarátakið. Men av tí at tað vísir seg, at fólk eru sera væl nøgd, hevur Landsverk avgjørt at royna hetta átakið eftir øllum Kaldbaksvegnum líka inn á Sund, sigur Landsverk.
Rumlistrípurnar koma
Sum partur av viðlíkahaldi av landsvegum, var Kaldbaksvegurin í seinastu viku asfalteraður frá Hvítanesi til Sunds. Landsverk avgjørdi tá eisini at mála miðstrípurnar við miðjaðara á hesum teini.
Miðstrípurnar eru nú málaðar frá Mannbrekku til Sunds. Ætlanin er at fara undir at fresa rumlistrípurnar í vegøkslina og í miðjaðaran í næstum.
Av øðrum tiltøkum, ið framd fyri at betra um trygdina á Kaldbaksvegnum, kunnu nevnast trygging av vegamótum, tryggari vegjaðari, rumlistrípur, umfaringarbreyt í Kaldbaksbotni og víkibreyt á Sandvíkarhjalla.