Miðlar og tónleikavinnan hugtikin av føroysku ORKA og BUDAM

Eftir tvær tær fyrstu konsertirnar á TransMusicales í Rennes hava føroysku tónleikabólkarnir ORKA og Budam fingið sera góð ummæli frá fjølmiðlunum. Somuleiðis hava báðir bólkarnir fingið tilboð um at spæla ymsastaðni kring Evropa.

 

Bæði ORKA og Budam hava fingið tilboð um at koma at spæla á kenda spælistaðinum ROYAL FESTIVAL HALL í London. Hetta verður í sambandi við Noise of Art festivalinum 19. apríl 2009.

 

Ein hópur av miðlum hava gjørt samrøður við og um ORKA og Budam. Her í millum kann nevnast The Observer.

 

Í næstu vikur fer størsta tónleikablaðið í Onglandi NME at útgeva langa grein um ORKA og Budam.

 

Í morgin fer størsta franska sjónvarpsrásin TF1 at vísa brot av samrøðu við limirnar i ORKA.

 

RFI, franska útgávan av BBC, fer at senda eitt 10 minuttir langt innslag av teirra samrøðu við ORKA. Hetta hendir í kvøld.