Miðlarnir og eg - Erik Biskopstø

Erik Biskopstø lesur í Halgubók og gleðist yvir at vit føroyingar hava fjølbroytt úrval av útvarpsrásum.

Mítt blað - dag og vikublað

Pappírsútgávurnar fylla minni og minni í mínum gerðandisdegi. Eg havi hildið bløð, men ikki longur. Keypi tey onkuntíð - eitt nú Norðlýsið og VikuskiftisSosialin, men mánadag uppdagi eg, at eg kom ikki til at lesa blaðið. Norðlýsið royni eg at lesa hvørja viku kortini. Ókeypis-Dimman verður eisini blaðað skjótt ígjøgnum.


Mín heimasíða

Tá ið tað kemur til tíðindi, so eru tað: nordlysid.fo, portal.fo, vagaportal.fo, dimma.fo, sosialurin.fo, kringvarp.fo (hoyri oftast tíðindasendingarnar á netinum), eb.dk , vg.no , bbc.co.uk.

Tá ið tað kemur til andaliga føði, so eru tað: reasonablefaith.org, rzim.org, rbc.org

Tá ið tað kemur til tónleik og undirhald, so er tað: youtube.com. Annars er tað mest google, gmail og wikipedia.


Mín tónleikur

Eg blívi ikki troyttur av tí klassiska rockinum, eftirsum guitarspælið var so gott hjá eitt nú Pink Floyd, The Eagles, Eric Clapton, Led Zeppelin osfr. The Beatles er eisini fantastiskt. Mær dámar annars allan tónleik. Nú keypi eg oftast eitt lag í senn á iTunes.


Mítt sosiala netverk

Facebook brúki eg dagliga. Eg fari skjótt í gjøgnum øll tíðindini har, og eri oftast loggaður á, tá ið eg siti við telduna. Tað er sum ein opin gluggi til familju, vinir og kenningar. Eg havi eisini Twitter, Myspace og Linkedin profil, men tað er meira at kalla hvílandi virksemi. Skype er eisini oftast tendrað hjá mær.


Mín dvd

Eg havi Blu-Ray í PS3. Sjáldan man hevur stundir at síggja ein film, men eg havi keypt mær onkrar góðar action Blu-Ray-filmar, sum taka seg væl út í HD-Surround set-up'inum hjá mær - eitt nú The Rock, Con Air, Transporter 2, Leon, Legends of the Fall, Casino Royale og Die Hard. Eisini dámar væl væl eina góða Blu-Ray konsert.


Mítt magasin

Sum aðrar pappírsútgávur so lesi eg ongi magasin longur. Fyrr plagdi eg at lesa fakbløð innan ljóðupptøkur og ljóðbland. Men slíka upplýsing finnur man á netinum í hesum døgum.


Mín sjónvarpsrøð

Mær dámar væl at slappa av við CSI. Eisini dámdi mær sera væl Frasier. Desperate Housewives er eisini nokk so stuttligt. Nip/Tuck er eisini ein góð røð, sum eg onkuntíð havi hugt at.


Mín bók

Eg eri ikki tann stóri bókormurin, men mær dámar sera væl at lesa í Halgubók.


Mítt útvarp

Eg haldi, at vit skulu vera glað fyri, at vit í Føroyum hava fjølbroytt úrval, tá ið tað kemur til útvarp. Eg geri nýtslu av øllum trimum rásunum - ÚF, Rás2 og Lindini.


Mín telefon

Nokia E51 hevur roynst væl í eini tvey ár - battaríið heldur leingi, kann alt, sum man plagdi at krevja av einari fartelefon. Tann nýggja iPhone, sum kemur út í summarm sær serliga spennandi út, so tað kann vera, at man hoppar upp á tann vognin.


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

Tendensiøsan tíðindaflutning og reality-seriur.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Miðlarnir gera eitt sera gott arbeiði, tá ið man hugsar um umstøðurnar, sum tey hava. Men onkutíð kann eg irriterast á, tá ið fjølmiðlarnir í Føroyum royna at skunda undir sekularisering av føroyska samfelagnum og royna at fáa eitt nú donsk liberal virðir at vinna fram í Føroyum. Eisini kann eg irriterast, um fjølmiðlarnir blíva ov sentalistiskir og gloyma, at Føroyar eru annað og meira enn bert miðstaðarøkið.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Kjak er altíð gott. Eg vildi eisini ynskt, at fólkið hevði lættari atgongd til politiska kjakið. T.d. at tingvarpið eisini kundi hoyrast á FM, so man kundi lurta allastaðni. Eisini burdu býráðsfundir verið varpaðir út.