Miðlarnir og eg ? Eyðgunn Samuelsen

Í nýggja táttinum "Miðlarnir og Eg" siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum, hevði ynskt, at fleiri tiltøk vórðu útvarpað.

Dag- og vikubløð

Sosialin og Dimmalætting lesi eg altíð. Havi onkutíð keypt onkur vikubløð, men ikki regluliga.


Heimasíður

Eg vitji føroysku portalarnar, portal.fo, nordlysid.fo og kringvarp.fo. Onkuntíð eri eg inni á Sandoyar- og Suðuroyar portalunum. Av útlendskum síðum er tað mest dr.dk og kvinfo.dk, ið eg lesi fyri at orientera meg.


Tónleikur

Eg lurti eftir øllum millum himmal og jørð. Mær dámar væl nýggjan tónleik, sum til dømis Guðrið Hansdóttir. Eg lurti eftir tónleiki, tá eg skal rudda ella gera mat. Av gomlum tónleiki lurti eg mest eftir bólkunum TV2, Tinganest og Frændum.


Útvarp

Lurtið eftir tíðindasendingunum hjá Kringvarpinum og Rás2.


DVD

Seinasta dvd, eg hugdi eftir, var "Føroyskar søgur". Eg undirvísi í søgu, og tað var tí, eg hugdi eftir hesum. Annars havi eg ikki tíð at hyggja at filmum.


Sjónvarpsrøð

Sendingina "Krøniken" dámdi mær sera væl. "Desperate Housewifes" haldi er ómetaliga stuttligt og passar væl til mín.


Bøkur

Eg lesi einar fýra bøkur um mánaðin. Beint nú lesi eg "Chockdoktrinen" av Naomi Klein. Eg plagi at vera á bókasavninum einaferð um mánaðin. Húsini eru full av bókum, so eg royni ikki at keypa so nógvar.


Magasin

Ugebrevet A4, sum LO í Danmark gevur út, lesi eg. Weekendavisen haldi eg er áhugaverd - og blaðið Information.


Telefon

Eg havi eina gamla Ericsson telefon, sum eg brúki at ringja og smsa við. Havi leingi ætla mær at skift hana út.


Hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?

Bløð, sum mala til at man skal skifta út og endurnýggja, eri eg ikki áhugað í. Eg vil lesa og ganga til tiltøk, heldur enn at keypa nýtt til heimið.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Tvætlut tos fyri at fáa tíðina at ganga, spæl góðan tónleik ístaðin.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Fleiri kjaksendingar og at fleiri tiltøk verða varpað út. Tað nýtist ikki at kosta tað stóra bara at hava eina mikrofon til staðar.


Lagt til rættis: Inna Tørnroos