Miðlarnir og eg - Leif Láadal

Plátuvendarin og blaðmaðurin Leif Láadal lesur Bo Bedre og hyggur eftir Blackadder. Leif nýtir netið til næstan alla sína miðlanýtslu.

Mítt blað - dag og vikublað

Sosialurin, Dimmalætting, Oyggjatíðindi, Norðlýsið og Garatisavísin


Mín heimasíða

Portal.fo, vagaportal.fo, dimma.fo, nordlysid.fo, politiken.dk, kramm.fo, grams.fo, plagg.fo, mess.fo og regluliga einar fimti aðrar, umframt tað leysa


Mín tónleikur

Beint nú er favoritturin ókeypis podcast download chill-tónleikur frá www.loungecast.net. Annars dámar mær nógv sløg av tónleiki og royni at fylgja við tí, sum hendir á føroyska og partvís útlendska tónleikapallinum. Nýggjastu útgávurnar hjá Guðrið Hansdóttir og Teiti eru super, og ”nýggi” Marius og Páll Finnur Páll eru kul á palli. Jazzur er altíð góður – serliga sendingarnar hjá Leivi Thomsen


Mítt sosiala netverk

Facebook – bæði mín egni profilur, og tann hjá Kramm.fo á Facebook. Annars er eitt nýtt føroyskt netverk ávegis fyri fólk, sum hava áhuga fyri, og arbeiða við og á internetinum. Tað gleði eg meg til.


Mín dvd

Skal eg navna nakrar, so Breaking the Waves , La vita è bella, The Shawshank Redemption, Down by law og Usual Subjects. Men tað eru eisini nógvir aðrir yndisfilmar.


Mítt magasin

Beint nú: Bo Bedre


Mín sjónvarpsrøð

Blackadder (ókeypis á netinum á video.google.com)


Mín bók

New York Triology hjá Paul Auster og nógvar aðrar.


Mítt útvarp

ÚF, Rás2, tær ymsu DR rásirnar (á netinum), umframt allar møguligar aðrar netrásir, m.a. frá iTunes


Mín telefon

Ein nærum fýra ára gomul Sony Ericsson, sum riggar fínt


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

Lesið og hyggið eftir so at siga øllum


Hvat irriterar teg í miðlunum?

At teir almennu miðlarnir hava loyvi til at selja lýsingar og samstundis ”seta fólk í geglið”, um tey ikki betala lurtara- og hyggjaragjald fyri nakað, sum tey kanska hvørki lurta ella hygga eftir.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Eg vil ikki hava meira, men minni. Tað hevði bøtt um dygdina