Miðsavnan og sparing fyri 10 milliónir

Í uppritinum hjá Landsstýrinum, »Á rættari kós«, verður roknað við sparingum innan almennu skipini fyri 10 milliónir krónur.

Annar parturin verður at leggja øll tey almennu skipini saman í eitt landsreiðarí. Sum er verða skipini rikin undir Fiskirannsóknarstovuni, Vaktar- og Bjargingartænastuni og Strandferðsluni.

Sagt verður, at við at reka skipini saman undir einum stovni fæst bæði stórrakstrarfyrimunir og vitan.

Spart verður innan teknisku umsitingina, innkeyp av eykalutum og olju. Við einum landsreiðaríi fer eisini at bera betri til at gagnnýta manningarnar, verður sagt.

Hendan umlegging fer fyrsta árið – í 2013 – at hava eina millión í sparingum við sær, og annað árið verða sparingarnar fýra milliónir krónur. Frá 2015 verður tað talið fimm milliónir krónur.

Aðrar sparingar verða framdar hjá Strandferðsluni. Sum kunnugt skal ein av trimum dupulttúrurum um vikuna skerast burtur um summarið, og hetta merkir eina sparing á 1,8 milliónir krónur um árið.

Eisini Teistin verður skerdur við síðsta túrinum, og tað gevur eina sparing á eina millión í 2013, og 1,1 millión aftrat í 2014. Tað merkir, at samlaða sparingin hjá Strandferðsluni verður 2,8 milliónir í 2013 og 3,9 í 2014.

Frá 2015 verður nýtt skip sett inn á Nólsoyar farleiðina, og tað merkir eina sparing á 1,1 millión aftrat, so samlaða sparingin hjá Strandferðsluni tilsamans verður fimm milliónir krónur.

Sostatt verður talan um sparingar á hesum báðum økjunum upp á 10 milliónir krónur frá 2015 at rokna.