Miðsavnan við almennur peningi

- Vestmanna kommuna hevur eftir førimuni roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og væntandi verða hesar umstøður ein fyrimunur, tá farast skal undir aftur virksemi á fiskavirkinum, sum vit vóna letur uppaftur í seinasta lagi eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen, sum ikki dámar, at almennur peningur verður brúktur til at miðsavna fiskiflota og fiskiloyvi

VINNULÍV

Vestmanna er í eini keðiligari vinnuligari støðu í løtuni. Samstundis, sum lítið ítøkiligt hoyrist um, at fiskavirkið fer at lata uppaftur, er líkt til, at skipavinnan í bygdini í størri og størri mun hevur knýtt seg at fiskavirkinum á Kósini í Klaksvík, sum telist millum størstu virkir av sínum slagi í landinum.
Í seinastuni eru alt fleiri skip vorðin knýtt at Kósini, og leingi hevur ljóðað, at klaksvíkingar eisini hava ligið úti eftir at keypa Vestmenning og Fram, sum Tummas Christophersen er reiðari á. JFK hevur leingi átt ein minni part í hesum skipum, og skipini hava lagt nógvar upsalastir upp í Klaksvík.
JFK hevur keypt part í Grønanesi, sum eisini er heimahoyrandi í Vestmanna, eins og felagið hevur keypt part í Safir og Smaragd, sum felagið aftanfyri uppisjóvarskipið Norðborg nú eigur hin helmingin í.
Herfyri keypti Norðoya Íløgufelag so eisini leirvíkstrolararnar, Polarhav og Stjørnuna, og leingi hevur ljóðað, at JFK eisini hevur latið felagnum, sum eigur vestmannatrolararnar, Vestmenning og Fram, eitt gott boð upp á hesi skip.
Í longri tíð hava tey, sum standa aftanfyri fiskavirkið á Kósini, soleiðis roynt at tryggjað fiskavirkinum støðuga rávøru.

Keðilig støða
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, harmast um, at ognarviðurskiftini til skip, sum eru heimahoyrandi í Vestmanna, enda aðrastaðni, har áhugi er fyri rávøruni, sum hesi skip føra til lands. Hann harmast eisini um, at tað dregur út við at lata fiskavirkið í bygdini uppaftur.
- Vestmanna er soleiðis í eini bíðistøðu í løtuni, sigur hann.
Fiskavirkið í Vestmanna var eitt av fýra virkjum, sum partafelagið frá 16. februar 2011 keypti saman við seks ísfiskatrolarum. Tey, sum eiga partafelagið, eru sum kunnugt Varðin, Bacalao, Framherji og Samherji.
Felagið hevur sagt, at tað, sum lá fremst eftir keypið, var at loysa teir seks trolararnar sum skjótast, og tað gingu bert nakrir dagar, so vóru øll skipini í vinnu aftur. Eftir skipini, vildi felagið lata fiskavirkið í Saltangará og virkið á Toftum uppaftur. Seinasta týsdag læt virkið í Saltangará so uppaftur, og nú stendur so saltfiskavirkið á Toftum fyri tørni.
Stutt eftir keypið av teimum seks trolarunum og fýra virkjunum, læt partafelagið frá 16. februar 2011 almenningin vita, at virkið í Vági fór at verða selt einum alifelag. Hinvegin hevur lítið verið at frætt um, hvør ætlanin er við virkinum í Vestmanna.
Tað dregur soleiðis út við eini almennari avgerð um virkið í Vestmanna.
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at hann hevur regluligt samband við Anfinn Olsen, sum er annar av stjórunum í nýggja felagnum.
Hann heldur, at støðan er ikki so hugalig í løtuni.
- Vit vænta framhaldandi, at virksemi verður aftur á fiskavirkinum í 2011. Okkum kunnugt eru møguleikar fyri, at onkur keypir virkið frá nýggju eigarunum – og í ringasta føri letur virkið ikki uppaftur fyrr enn eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin.
Nú støðan í løtuni er í óvissu, fegnast Karl A. Olsen um, at Vestmanna kommuna eftir førimuni hevur roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og hann vónar, at góðu møguleikarnir, sum eru á staðnum, fara at telja við, tá avgerðir skulu takast um framhaldandi virksemi á fiskavirkinum.
- Men í løtuni er alt líka sum í eini bíðistøðu, nú endalig greiða ikki er á, hvussu verður við skipunum og soleiðis ei heldur við fiskavirkinum í Vestmanna, sigur borgarstjórin.

Almenn miðsavnan
Karl A. Olsen vísir á, at kommunur ikki kunnu taka lut í vinnuvirksemi, og tí kann Vestmanna kommuna ikki gerast partur av einum møguligum keypi av virki ella skipum.
- Okkum dámar lítið, at almennur peningur um Føroyagrunnurin og soleiðis Norðoya Íløgufelag er við til at miðsavna fiskiflotan og fiskiloyvini, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at skattainntøkurnar hjá Vestmanna kommunu í januar í ár vóru 3% lægri enn í januar í fjør – og fyri februar var talan um eina minking á 5%.
- Eitt er skatturin. Annað er havna-og vørugjøld, sum eisini gerast minni við tað, at skipini ikki leggja veiðina upp í Vestmanna longur.
Karl A. Olsen sigur, at tað sjálvandi er hansara vón sum borgarstjóri og hjá Vestmanna kommunu sum heild, at skipini vera verandi á staðnum – og at fiskavirkið letur uppaftur skjótast tilber.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, hevur fiskavirkið í Vestmanna gingið væl, og tí vóna vit eisini, at vinnulívið sær møguleikar í hesum virki – antin verandi eigarar ella onnur, ið eru sinnað at taka um endan. Her hava nógv fólk í nærumhvørvinum havt sítt arbeiði, og mong eru eisini komin úr Vágum til Vestmanna at arbeiða í fiski, sigur borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen.