Miðvika í Hoyvíkar kirkju um pílagrímsferð

– Tá eg byrjaði at tosa um at ganga pílagrímstúr vóru tað fleiri, sum søgdu seg hava áhuga at koma við, men eg visti, at eg skuldi fara einsamøll. Hetta skuldi vera ein túrur, har eg skuldi hava góða tíð og hugsa um ymisk viðurskifti, sigur Óluva.

 

Sjálvt um hon valdi at fara túrin einsamøll, so kom hon at fylgjast við og kenna fólk úr øllum heiminum og í øllum aldri. "Tað er hugnaligt at vera saman við fleiri fólkasløgum og tó merkja, hvussu lík vit eru", sigur Óluva, sum m.a. hevði Sálmabókina við á ferðini, og henni fekk hon stóra gleði av.

Aftan á framløguna hjá Óluvu, er ein drekkamunnur á skránni og fólk hava høvi at seta henni spurningar og at viðmerkja.