Miðvingur samskipar stóra námsverkætlan í Grønlandi

-Hetta hevur verið ein successøga. Eftir bert einum ári er eydnast at byggja út eitt stórt olivinnám, námsbý og havn við Fiskafjørðin í Vesturgrønlandi við eitt nú luttøku av fleiri føroyskum fyritøkum. Hetta hevur gingið ómetaliga væl, m.a. takka verið føroysku luttøkuni sigur Jóannes Niclassen úr Miðvági, sum er projektstjóri hjá MT Højgaard og við ábyrgd fyri námsverkætlanini.

Tað er 46 ára gamli miðvingurin Jóannes Niclassen, sum er maðurin aftanfyri stóru námsútbyggingina í Fiskifjørðinum í Vesturgrønlandi. Sum tekniskur stjóri stendur hann fyri menning av altjóða uppgávum hjá risastóru donsku entreprenørfyritøkuni MT Højgaard. Eftir at hava staðið fyri byggingini av stóra Føroya Telebygninginum í Hoyvík fekk MT Højgaard litið upp í hendi frá stóru svensku fyritøkuni Minelco at standa fyri byggingini av eini stórari námsbygd í Vesturgrønlandi. Og ábyrgdina av hesi verkætlan hevur Jóannes Niclassen.

Jóannes Niclassen sigur við Vinnusíðurnar, at tað hevur gingið sera væl við arbeiðinum í Grønlandi, og hesum heldur hann man ikki minst kann takka føroysku fyritøkunum og arbeiðsfólkunum, sum eru við í arbeiðinum, fyri. Ein orsøk til at tað hevur gingið so væl er so eisini partnering arbeiðshátturin, sum varð brúktur á Føroya Tele, fyri at takka. Tá varð nýttur framferðarháttur í byggingini, sum ikki er nýttur í Føroyum áður, og tað var hesin, sum eisini varð gjøgnumførdur, tá farið varð undir at byggja út námið í Grønlandi fyri ári síðani. So góðar vórðu royndirnar við byggingini í Hoyvík, at MT Højgaard tók við sær til Grønlands fleiri av fyritøkunum, sum tað hevði brúkt sum undirveitarar í byggingini í Hoyvík, eitt nú ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuna Sofus M Jacobsen og entreprenørfyritøkuna Sea Star á Toftum. Sostatt er tað lutvíst sama team, sum hevur verið við í námsprojektinum sum tað, ið varð við til at gera Føroya Telebygningin. Hetta hevur verið sera væl skrúvað saman og hava verið fundir hvønn mánað í Danmark, Svøríki, Grønlandi og onkur eisini í Føroyum at fylgja projektinum neyvt.

Successøga
Nú arbeiðsuppgávan er um at vera liðugt kann Jóannes Niclassen ikki annað enn fegnast, so væl hevur gingið í hond. Hetta er ein successøga má eg siga, og tað kann eg ikki minst takka føroyingunum, sum hava verið við, fyri. Alt gongur, sum tað skal, og tíðarætlanin heldur. Tað er annars ikki bara sum at siga tað at fara til eitt fjarskotið og fremmant pláss við fólki úr fleiri londum at byggja út eitt nám. Men tilrættaleggingin og arbeiðið hava gingið so mikið væl, at full ferð kann setast á framleiðsluna av olivin í september, tó at teir longu hava avskipað 120.000 tons av olivini frá náminum, meðan útbyggingin er farin fram.

-Tann 14. juni var eitt ár síðani vit fyrstu ferð sett fótin á land í Fiskifjørðinum og síðani endaliga loyvið varð fingið uppá pláss frá myndugleikunum og endaliga projektið gjørt klárt. Knúsianleggið, sum FJM setir upp, verður klárt at taka í brúk 15. juli og verða eftir tað framleidd 700 tons av olivini um tíman. Eingin trúði, at at hetta skuldi eydnast so væl, tá vit settu út í kortið fyri ári síðani staðfestir ein glaður Jóannes Niclassen.

Stjórin í Minelco E. Johanson er eisini sera væl nøgdur við gongdina higartil. Tá man hugsar um, hvussu sá út við Fiskifjørðin fyri einum ári síðani og so í dag, so er hann ovfarin. -Tað er einki minni enn fantastiskt, at hetta hevur kunnað latið seg gjørt uppá so stutta tíð. Eg eri sera fegin um, at føroyingar hava verið við í hesum arbeiði, og at tað hevur gingið so væl, er so ikki minst teimum fyri at takka.

Minelco er dótturfelag hjá tí almennu svensku LB AB fyritøkuni, ið framleiðir stál. Uppgávan hjá felagnum er ma. at útvega mineral, sum verða brúkt í stálframleiðsluni, og har er olivin eitt teirra. Higartil hevur eitt norskt nám verið einasti leverandørur av olivin til svensku stálframleiðsluna. Nú kemur so eisini olivin úr Grønlandi. Ein av orsøkunum til, at tað nú loysir seg at fara eftir olivini í Grønlandi er tann, at prísurin á stáli er so høgur vegna stóra eftirspurningin úr Kina og India.

Jóannes Niclassen sigur við VINNUSÍÐURNAR, at tað finnast nógv ymisk sløg av mineralum í Grønlandi, sum umheimurin hevur brúk fyri. Longu nú verður tí eisini arbeitt við fleiri øðrum spennandi verkætlanum, har brúk eisini verður fyri føroyskum fyritøkum og arbeiðsfólki. Tað venda vit aftur til í komandi Vinnusíðum í blaðnum. Eisini hvør maðurin aftanfyri nógv av hesum, Jóannes Niclassen, er.