Tey eru bæði 90 ára gomul, og vóru tey sera væl nøgd við tær góðu umstøðurnar á Tjarnargarði, har tey hava ein lítla íbúð við sovikamari, eini lítlari stovu og einum væl innrættaðum wc og baðirúmi.
Tjarnargarður er fyrrverandi Marinustøðin, sum Tórshavnar býráð hevur keypt og innrættað til eldraíbúðir. Tilsamans er pláss til 10 búfólk, og í hesi vikuni koma hini átta, sum skulu búgva har. Leiðari á Tjarnargarði er Hensia Einarsson.
Umleið helvtin av Tjarnargarði er gjørdur til eldraíbúðirnar, hin helvtin verður í næstum gjørd til eina demensdeild, har dagtilboð vera til tey demensraktu.
Í sambandi við at eldraíbúðirnar verða lidnar, verður almenn móttøka á Tjarnargarði 21. oktober kl. 15.00, har øll eru vælkomin , sigur Hensia Einarsson.